TB hevur skift venjara

Karl og Ken stýra TB ímóti NSÍ, sum hevur fýra lyklaspælarar á beinkinum

Klokkan 15 fer TB á vøllin í Runavík. Hetta er fyrsti dysturin hjá TB, síðani Michael Winter mikukvøldið segði seg úr venjarastarinum eftir 4-0 tapið á heimavølli ímóti B36.

Enn hevur einki verið at frætt frá TB um, hvør fer at loysa Michael Winter av. Á dómaraseðlinum í Runavík í dag er Karl Øster skrivaður at vera venjari. Hjálparvenjari er Ken Fagerberg.

TB liðið er soleiðis mannað, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar. Rógvi Joensen er eftir skaðasteðg á beinkinum, og framrættaði Mark Kongstedt er leikbannaður, tí hann longu í 38. minutti ímóti B36 mikudagin sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini tað reyða kortið.

 NSÍ venjarin Allan K. Jepsen hevur fýra spælarar á beinkinum, sum oftast eru millum teir fyrstu ellivu. Teir eru Jóhan Troest Davidsen, Jákup Jakobsen, Jacob Trenskow og Petur Knudsen.