TB hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara í starv. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari. Talan er um 33 ára gamla danan, Kian Røn, sum hevur royndur sum spælari í næstbestu donsku deildini, men var darvaður av skaðum.
Hann hevur tískil heldur valt venjaraleiðina, og hann hevur eitt nú royndir sum talentvenjari í AGF, men kemur nú til TB úr einum venjarastarvi í Silkeborg IF.
- Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Kian at vera tilstaðar tá venjingar eru við Stórá, klárur at vegleiða og stuðla okkara lokalu venjarum, og tryggja at leikararnir fáa sum best burturúr í venjingunum, skrivar tb.fo.
TB hevði, sum nakað nýtt, ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarvi í fjør. Tað var danski John Petersen. Felagið helt tað eydnast somikið væl, at tað nú verður hildið fast við at hava ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarvi.
- Hettar var heilt víst við til at hækka um støðið á venjingunum í felagnum, og at fáa gongd á ymisk nýggj tiltøk, eitt nú morgunvenjing, ið var sera vælumtókt. Okkara ynski er at menna felagið og tey tilboð, ið okur kunnu bjóða børnunum og ungdóminum, og tí var avgjørt at halda fast í at hava ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarv í felagnum, skrivar TB á heimasíðuni.