TB hevur sett ferð á

Við trimum sigrum á rað hevur TB nú sett allar ketlarnar í gongd í royndini at fáa oddaliðið ÍF aftur

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin ímillum TB og LÍF á Sevmýri leygardagin. TB er sera væl koyrandi í løtuni, og teir lótu ongantíð nakran iva vera um sigurin.
Støðan var 2-0 við steðgin. Toppskjúttin hjá TB, Kaj Roest, legði heimaliðið framum, tá hann skallaði eitt hornaspark í netið. Síðani skoraði Rasmus Nolsøe, tá hann úr spískum skoraði til 2-0.
Eftir steðgin økti Allan Michelsen til 3-0, og síðani setti Óli Johannesen eitt brotsspark í netið. Kaj Roest fekk fimta málið, og Allan Michelsen skeyt seinasta málið, tá hann gjørdist leysur við málverjanum.

TB hóttir ÍF
TB er nú størsta hóttanin móti ÍF, sum liggur á odda. Fýra stig eru millum hesi bæði liðini, men ÍF skal tann 13. september spæla ímóti TB á Sevmýri. Hesin dysturin fær óivað sera stóran týdning fyri, hvat lið endar í 1. deild komandi kappingarár.
TB hevur vunnið allar tríggjar dystirnar eftir summarsteðgin, og allir sigrarnir hava verið rættiliga sannførandi. Tí kann roknast við, at TB fer at leggja trýst á ÍF í seinnu hálvu av landskappingini.
Komandi vikuskiftið verður eitt rættiligt brak á Krossinum í Sumba. Tá møtast Sumba, sum er á triðja plássi, og TB, ið liggur á næstfremsta plássi. Lokaluppgerðin plagar at vera lívlig, og tað verður sikkurt eitt brak av dysti komandi leygardag.
Nú eru bert sjey umfør eftir í landskappingini. T.v.s. at tað eru 21 stig at spæla um. Uppflytingin verður óivað avgjørd millum ÍF, TB og Sumba.

TB-LÍF 6-0 (2-0)
1-0: Kaj Roest
2-0: Rasmus Nolsøe
3-0: Allan Michelsen
4-0: Óli Johannesen (br.)
5-0: Kaj Roest
6-0: Allan Michelsen