UPPTAKT
EB/Streymur miðjar høgt. Miðvallarin Jákup Martin Joensen, sum hevur verið liðformaður, men sum ikki hevur spælt higartil í ár, tí hann hevur verið skaðaplágaður, segði í leikskránni síðsta sunnudag, og hetta er endurgivið á heimasíðuni hjá teimum, at hann metir fólkagrundarlagið vera betri í ár, enn tað nakrantíð hevur verið tey árini, teir hava verið í bestu deildini. Við tí veruleikanum í huga heldur hann tað ikki vera órímuligt, at teir miðja eftir fyrstu heiðursmerkjunum.
Skulu teir í EB/Streymi røkka so høgt, so er eitt av tøkunum, at teir vinna á Sevmýri. Higartil hava TB og EB/Streymur bara tvær ferðir verið í bestu deildini í senn, og EB/Streymur eigur framvegis fyrsta sigurin á Tvøroyri til góða. Í 2002 var 1-1, og í 1994 vann TB 4-1.
Hjá EB/Streymi eru allir teir somu tøkir, sum vóru við í 2-2 uppgerðini á Mølini móti NSÍ.
TB er einasta felagið, sum higartil í hesum kappingarárinum ikki hevur vunnið. Sunnudagin taptu teir 3-1 í Gundadali móti meistarunum í HB, og tað vóru teir ikki so illa nøgdir við.
Í fýra teimum fyrstu umførunum hevur TB bara átt heimavøll móti B36. Takið hjá B36 er fyrst og fremst at sleppa av aftasta plássinum, og um tað skal eydnast, so verður neyðugt at fáa trý stig onkra ferðina. Ein av møguleikunum verður sunnudagin.
Hjá TB eru allir teir somu, sum sunnudagin spældu móti HB, tøkir móti EB/Streymi. Síðsta ferðin, at TB vann landskappingardyst á heimavølli í bestu deildini, var í fyrsta umfarinum í 2002. Tá var úrslitið 1-0 móti VB. Hetta var 5. mai í 2002. TB vann ongan annan dystin í 2002, og í fjør og í fyrraárið vóru teir í næstbestu deildini.