Aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, hevur havt sínar avbjóðingar á málmansplássinum í hesum kappingarárinum. Undan hesum kappingarárinum heintaði felagið kamerunska Joslain Mayebi, ið vardi málið fyrstu 11 umførini. Síðani hendi tað, at pápi Joslain Mayebi doyði, og hetta gjørdi tað, at kamerunski málverjin fór til heimlandið at venda, men eftir ætlan skuldi hann kortini koma aftur til TB.
Seinasti dysturin, har Joslain Mayebi stóð í mál hjá TB, var 16. mai, tá ið TB tapti 3-2 ímóti AB á Argjum. Men eftir, at málverjin fór heim til Kamerun, er hann ongantíð komin aftur.
- Vit vænta ikki, at hann kemur aftur, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá TB.
Síðani Mayebi fór úr Føroyum hevur 39 ára gamli Predrag Markovic, ið TB fekk undantaksloyvi at leiga mitt í kappingarárinum, vart málið hjá tvøramonnum, men hann verður heldur ikki við í dystinum í sunnudagin, sum er á heimavølli ímóti NSÍ.
- Predrag er farin av landinum og verður ikki við. Vit arbeiða við at finna ein málmann til dystin hetta vikuskiftið, sigur Sigfríður Clementsen.
So er spurningurin, hvør stendur í mál, tá ið TB sunnudagin tekur ímóti NSÍ. Undir øllum umstøðum tykist at vera greitt, at suðuroyarfelagið skal hava nýggjan málmann í summarsteðginum.










