Tvøroyrar Bóltfelag hevur eitt ynski um at fáa fleiri fólk tengt at felagnum, sum veksur í hvøjum, nú felagið aftur er í bestu deildini og hevur fingið nýggjar umstøður við Stórá.
Á kunnandi fundinum fara fleiri av teimum, sum standa aftanfyri felagið at greiða frá teirra arbeiði. Felagið hevur áleið 200 aktivar limir og tað krevur nógva orku at halda felagnum koyrandi.
Tey, ið fara at greiða frá eru:
André Dalfoss, formaður Tvøroyrar Bóltfelags
Hans Fróði Hansen, høvuðsvenjari
Charlotta Nielsen, Ungdómsdeildin
Jens Petur Brattalíð, samskipari
Fundurin verður í kantinuni í Høllini í Trongisvági klokkan 20.00.









