Seinnapartin verður fjórða umfar í Effodeildini. Allir dystirnir verða spældir um somu tíð.
Líkindini at spæla eru góð. Tað er turt og stilt, men tað er rættuliga kølið.
Effodeildin ídag:
HB-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
EB/Streymur-FC Suðuroy: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
ÍF-KÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00
B68-NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
TB-B36: Dagfinn Forná kl. 14.45
Dysturin millum TB og B36 verður ikki á nýggja vøllinum í Trongisvági, men loyvinevndin hevur ikki givið loyvi at brúka vøllin. Tað kemst av, at tað ikki eru 300 setur til áskoðararnar. Hetta er krav, sum føroyskur fótbóltur hevur álagt sær sjálvum, og sum UEFA hevur eftirlit við verður fylgt, og hesum ber ikki til at geva undantak frá, sigur Terje Sigurðsson, formaður i loyvisnevndini.