Fótbóltur
Tá B36 í øðrum umfarinum av Formula-deildini vitjaði á Sevmýri, mundu teir kenna seg hepnar, at teir fóru avstað við einum sigri. TB prógvaði í tí dystinum, at teir als ikki ætla sær at vera kanónføði í ár, og sæð burtur frá knúsandi tapinum í Klaksvík, so hevur hetta eisini staðið við.
Hóast gongdin hjá TB seinastu dystirnar hevur verið í tyngra lagi, so hevur verjuparturin framvegis riggað hampuliga væl, og fáur mundi ivast í, at tað var hesin, sum dúvast skuldi uppá sunnudagin, tá vitjað varð í Gundadali.
Og tað var eisini greitt alt fyri eitt, at TB fyrst og fremst vildi binda um heilt. Teir lótu B36 hava bóltin nógv, fyri sjálvir at standa langt afturi á vøllinum í bíðanini eftir kontramøguleikkum. Nakað sum tó ikki hendi heilt. Einamest tí B36 fyri steðgin alla tíðina sýndi neyðuga tolið, sum var neyðugt, um teir ikki av skuldu gerast blankir aftanfyri.
Men tað var tunnligt við møguleikum. Heimaliðið megnaði sjáldan at seta ferðina upp, soleiðis at væl skipaða TB-verjan kundi togast sundur, og tá teir loksins sluppu ígjøgnum í síðunum, vóru seinastu sendingarnar als ikki nóg neyvar.
Tað tóktist tó batna hjá heimaliðnum eftir steðgin. Menn tóktust nú taka uppgávuna í størri álvara, og skjótt varð eitt veruligt trýst fingið í lag móti TB-verjuni.
Ikki minst gjørdi tað góðan mun, tá Pól Thorsteinsson varð sendur á vøllin. Hann megnaði veruliga at fáa breidd í spælið, og so líðandi komu møguleikarnir eisini.
Heimaáskoðaranrir mundu sita sum á nálum, tá bólturin fleiri ferðir dansaði inni í TB-brotsteiginum, men mest sum hvørja ferð kom ein fótur ella kroppurin á einum tvøramanni fyri, soleiðis at einki spurdist burtur úr royndunum.
Og megnaðu heimamenninir at koma framvið seinastu verjuleikarunum, so hevði TB í Predrag Markovic ein málverja, sum væl og virðiliga kann geva starvsfelaganum í hinum endanum kapping, tá tosast skal um besta málverjan í Formula-deildini. Besta dømi um hetta gav Predrag, tá hann í stórum stíli bjargaði einum stútara frá Fróða Benjaminsen, sum annars allur Gundadalur mundi síggja í meskunum.
Mundu stolið alt
Og móti endanum var eisini um reppið, at TB fór við øllum. Langt útspark frá Predrag endaði onkursvegna við, at tveir TB'arar vóru mest sum leysir, men skotið frá Emmanuel Larby smoygdi sær skeivu megin stólpan.
Og tað vildi næstan verið ov nógv av tí góða hjá B36, um tann bólturin hevði sitið. Í øllum førum mundu teir hvítu, sum sunnudagin spældu í bláu útivallarbúnunum, kenna seg hava stigini uppiborin, men tað munar kortini lítið, tá mál ikki verða skotin.
Tað kostar, tá tú ætlar tær at vera við frammi í oddinum, og nú reyð/svørtu grannarnir eisini eru farnir at vinna á útivølli, merkist stigamissurin eyka væl.
Hjá TB høvdu teir tó alla orsøk at vera nøgdir. Sjálvandi iðraðu teir seg um, at tað ikki eydnaðist at skora, tá møguleiki beyðst, men teir fingu javnleikin, sum komið var eftir. Og kanska mest týðandi, so megnaðu teir nú aftur at halda búrið reint. Næstu ferð skulu teir royna seg á heimavølli móti EB/Streymi, og verður talan tá um trý stig, hevur liðið aftur lyft seg nakað væl úr botninum.