Í kvøld kundi in.fo sum fyrsti miðil bera tíðindini um, at fótbóltssamstarvið í Suðuroynni er liðugt, eftir endaligan fund millum feløgini í oynni.
Men hvat er so avleiðingin?, eru tað kanska mong, ið hugsa, og hesin spurningur hevur eisini verið settur í kvøld í onkrum kjakrúmi á netinum.
Avleiðingin er einføld, at TB verður í bestu fóbóltsdeildini komandi kappingarár, tí spælt hevur verið við loyvinum hjá TB. VB ella FC Suðuroy, ella hvussu vágbingar fara at nevna seg framyvir, fara at spæla í triðbestu deildini, og Royn verður í fjórðbestu deildini.











