– Borgin fer at verða eitt mentanarhús burturav, tí har verður dansur, barnadansur, sjónleikir, listaframsýningar og onnur tílík tiltøk, sigur Júst Johannesen, sum er ein av eigarunum.
Á gamla vøllinum á Sevmýri hevur arkitektur teknað eitt campingpláss, sum er helmingurin av vøllinum, og tað sum er mest áhugvert er, at tá ið vognar eru á plássinum kemur tað at kennast sum ein lítil bygd við gøtum ímillum og trø og tílíkt.
– Hetta eru vit sera spent uppá, sigur Júst Johannesen.
– Men fyrst fara vit at hugsa um listaframsýningina, sum verður týsdagin, hósdagin, fríggjadagin 18-21 og sunnudagin frá 17-21. Okkurt lekkurt fæst at eta og drekka ímeðan tit njóta málningar og umhvørvið sum heild, sigur hann.