Hans Andrias Sølvará, studentaskúla- og HF-lærari
Í Løgmansrøðuni á ólavsøku legði løgmaður fram ógvuliga ambitiøsu visjón landsstýrisins fyri útbúgvingar- og menningarstøði Føroya í 2015. Grundstøðið undir visjón 2015 er skilagott: at útbúgving og gransking eru fyritreytir fyri øllum samfelagsligum framburði. Tað er kortini nakað sum bendir á, at so mikið langt er millum gerðir og ætlanir landsstýrisins á útbúgvingarøkinum, at visjónin er í vanda fyri at gerast ein hvørvisjón.
Visjón 2015 og útbúgving
Visjón landsstýrisins leggur upp til, at føroyska samfelagið skal mennast til at vera eitt vitanarsamfelag í 2015, sum skal mennast við støði í hollari útbúgving og gransking. Viðvíkjandi útbúgving kann m.a. hetta lesast í løgmansrøðuni:
"Okkara mál er tí:
at allir fólkaskúlanæmingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgving, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnámsútbúgving
at allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving
at minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri útbúgving"
Hetta eru høg mál, sum landsstýrið hevur sett sær, men tey eru ikki hægri enn so, at talan er um mál, sum flest øll framkomin lond stremba eftir. Viðvíkjandi útbúgvingum er trupulleikin í Føroyum kortini nógv størri enn í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. T.d. er prosentparturin av føroyska ungdóminum, sum tekur eina miðnámsútbúgving nógv lægri enn í teimum skandinavisku grannalondunum.
Tað er tí at frøast yvir, at landsstýrið hevur sett sær fyri at gera nakað við hendan trupulleikan. Spurningurin er einans, um samsvar er millum politisku avgerðir landsstýrisins og tær stóru hugsjónirnar. Viðvíkjandi miðnámsútbúgvingunum er lætt at staðfesta, at enn er lítið samsvar millum tær yvirskipaðu hugsjónirnar og tann førda politikkin.
Miðnámsútbúgvingar anno 2005
Tá leiðslurnar á miðnámsskúlunum gjørdu fíggjarætlan fyri skúlaárið 2005-2006, løgdu tær upp fyri tí veruleika, at stórir árgangir vóru á veg inn í miðnámsskúlarnar. Hetta sást bæði av burðartølunum fyri árgangirnar seinast í 80-unum og av teimum stóru árgangunum, sum vóru á veg út úr framhaldsdeildunum í fólkaskúlanum. Játtanirnar, sum skúlaleiðslurnar søktu um, vóru tí ávirkaðar av tí veruleika, at tað fór at vera neyðugt at stovnseta fleiri flokkar á miðnámsskúlunum í 2005 enn í 2004.
Tað gjørdist kortini skjótt greitt, at landsstýrið ikki ætlaði at taka støði í hesum hagfrøðiliga væl grundaða veruleikanum. Tá fíggjarlógin varð løgd fyri løgtingið, var peningur til fleiri flokkar á miðnámsskúlunum skarvaður av upprunaligu fíggjarætlanunum hjá skúlaleiðslunum.
Hetta kom sjálvandi aftur um brekku, tá tað seinni - í samsvar við metingina hjá leiðslunum á miðnámsskúlunum - gjørdist greitt, at talið á næmingaumsóknum til miðnámsskúlarnar var væl hægri í 2005 enn landsstýrið hevði mett. Tað var tí eitt tekin um vánaligt politiskt handalag, at landsstýrið noyddist í løgtingið við einum eykajáttanaruppskoti til miðnámsskúlarnar. Landsstýrið hevði, ímóti betri vitan, grundað sína umbøn á fíggjarlógina á skeivar fortreytir; men í staðin fyri at rætta feilin eina ferð við alla og søkja løgtingið um allan tann peningin, sum var neyðugur fyri, at allir skikkaðir umsøkjarar kundu vera tiknir upp á miðnámsskúlarnar, valdi landsstýrið at rættafeilin við at fremja ein nýggjan.
Tá peningurin á eykajáttanarlógini langt frá var nóg mikið til, at allir skikkaðir umsøkjarar kundu takast upp á skúlarnar, tók landsstýrið avgerð um, at einans teir umsøkjarar, sum pláss vóru fyri sambært játtanini á fíggjarlógini, skuldu takast inn á miðnámsskúlarnar.
Hendan avgerð landsstýrisins, sum forðaði einum stórum parti av føroyska ungdóminum í at fáa eina miðnámsútbúgving, var beinleiðis í stríð við útbúgvingarvisjón landsstýrisins fyri 2015, soleiðis sum hon var løgd fram í løgmansrøðuni á ólavsøku. Hugsjónarliga var tað ikki lætt hjá landsstýrinum at rættvísgera hesa avgerðina, men verri var, at avgerðin beinleiðis var í stríð við galdandi lóggávu á studentaskúlaøkinum, sum tryggjaði øllum skikkaðum umsøkjarum rætt til upptøku á studentaskúlan. Hendan løgfrøðiliga veruleikan, sum bæði leiðsla og lærarar á studentaskúlunum høvdu kunnleika til, var landsstýrið eftir øllum at døma óvitandi um, tá avgerðin varð tikin. Tað var í øllum førum ikki fyrr enn málið hevði verið umrøtt í fjølmiðlunum, at mentamálaráðharrin segði seg hava fingið at vita frá løgfrøðingum, at allir skikkaðir umsøkjarar til studentaskúlarnar høvdu eitt rættarkrav uppá upptøku.
Hóast politiski viljin til at taka avgerðir, sum samsvaraðu við visjón 2015, at síggja til ikki var stórur, so noyddist landsstýrið av løgfrøðiligum grundum at fáa hendan trupulleikan loystan innanfyri karmarnar í studentaskúlalógini. Hevði landsstýrið tikið í egnan barm og viðurkent, at ein feilur var hendur í eykajáttanaruppskotinum orsakað av, at Mentamálaráðið ikki hevði fylgt ráðgevingini hjá sakkunnleikanum úti á skúlunum, so hevði tað verið møguligt at rættað nakað uppá tað íkomna ósamsvarið millum visjón 2015 og politisku avgerðirnar. Men í staðin fyri at viðurkenna hetta og fáa tann neyðuga peningin til vega til nakrar flokkar afturat, valdi landsstýrið at fylla nakrar av teimum flokkum, sum peningur var játtaður til á fíggjarlógini, við fleiri enn 24 næmingum. Hendan avgerðin var beinleiðis í stríð galdandi siðvenju, avtalur og allar námsfrøðiligar meginreglur viðvíkjandi menning av frálæruni.
Landsstýrið breyt ikki einans við galdandi siðvenju á økinum - sum m.a. hevði støði í eini avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara - um, at næmingatalið í einum flokki ikki eigur at fara upp um 24; avgerðin um at fylla flokkarnar við fleiri enn 24 næmingum var harumframt beinleiðis í stríð við meginreglur í námsfrøðiligu útbúgvingini hjá Mentamálaráðnum um, at støði skal vera tikið í fyritreytunum hjá tí einstaka næminginum: tað er torført at taka støði í einstaka næminginum, tá 24 næmingar eru í einum flokki, men tað er beinleiðis ómøguligt at røkka hesum máli, tá fleiri enn 24 næmingar eru í flokkunum. Avgerðin hjá landsstýrinum um, at galdandi siðvenja og avtalur skulu brótast, soleiðis at flokkarnir kunnu vera størri enn higartil, fer - um hon verður standandi - at hava við sær, at fráfallið á miðnámsútbúgvingunum gerst størri enn tað higartil hevur verið. Og tað verða helst teir veikastu næmingarnar, sum hetta fer at ganga mest út yvir. Úrslitið verður - beinleiðis í stríð við visjón 2015 - at ein minkandi partur av føroyska ungdóminum fer at megna at ogna sær eina miðnámsútbúgving í framtíðini.
Her er talan um beinleiðis mótstríð millum málsetningarnar í visjón 2015 um, at øll ung skulu hava eina miðnámsútbúgving og yvirskipaðar námsfrøðiligar meginreglur hjá Mentamálaráðnum, sum viðvíkja menning av frálæruni og tann førda politikkin hjá landsstýrinum. Í politiskum verki verður innihaldið í útbúgvingunum ikki nógv virt, hóast hugsjónirnar um útbúgvingarstøðið í framtíðini eru ógvuliga ambitiøsar.
Miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving til øll ung
Sambært visjón 2015 skulu øll ung - ikki einans tey, sum vera mett skikkaði - fáa møguleika fyri at ogna sær eina miðnáms- ella yrkisútbúgving. Tað skuldi sostatt als ikki verið neyðugt við nøkrum rættarkravi til umsøkjarar til miðnámsútbúgvingarnar. Við støði í visjón 2015 skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at øll ung sluppu inn á miðnámsútbúgvingarnar. Tað er kortini ógvuliga langt frá visjónunum í løgmansrøðuni til politisku avgerðirnar hjá landsstýrismonnunum hesum viðvíkjandi.
Tey, sum søktu inn á studentaskúlarnar vóru heppin, tí studentaskúlalógin tryggjar, at allir skikkaðir umsøkjarar skulu takast upp. So heppin vóru nógv av teimum, sum søktu inn á HF, HH ella aðrar miðnámsútbúgvingar ikki. Hesi høvdu einki rættarkrav í lógini at halda seg til. Tey vóru ikki tikin upp á útbúgvingarnar, hóast tey vóru mett at vera skikkaði.
Útbúgvingarvisjónin hjá landsstýrinum hevur eftir øllum at døma so mikið lítið uppá seg, tá tað kemur til ítøkiligar politiskar avgerðir, at var tað ikki fyri rættarkrævið hjá umsøkjarum til studentaskúlarnar, so høvdu heldur ikki øll skikkaði verið upptikin á studentaskúlarnar. Umsøkjarar til studentaskúlarnar vóru ikki upptiknir við støði í "visjonera" politikki landsstýrisins; teir vóru tvørturímóti upptiknir av reinum løgfrøðiligum grundum, beinleiðis í stríð við ætlanirnar hjá landsstýrinum. Tað er ikki einans langt millum politiskar avgerðir og visiónir landsstýrisins; til tíðir er beinleiðis mótstríð millum visjónir og avgerðir. Tað næsta verður kanska, at studentaskúlalógin verður broytt, soleiðis at rættarkravið verður burtur. Tá hevði ósamsvarið millum politiskar avgerðir og visjón 2015 verið fullkomið.
Visjón ella hvørvisjón
Praktiskur politikkur, sum ikki verður leiddur fram við støði í eini yvirskipaðari visjón, verður útintur í blindi, men ein visjón, sum ikki verður fylgd upp við praktiskum politikki er tóm. Viðvíkjandi útbúgvingarvisjón landsstýrisins ber stórt sæð til at siga, at soleiðis sum hon stendur í dag er, hon tóm. Visjónin er har, hon er ambitiøs og málsetningarnir eru teir røttu, men tá tað kemur til ítøkiligan útbúgvingarpolitikk, er hon enn stórt sæð tóm fyri innihald.
Eingin visjón kann útinnast í politiskum verki uttan neyvt samstarv við allar viðkomandi partar og neyvar langtíðarætlanir, sum hava til endamáls at samskipa tær politisku avgerðirnar til tann yvirskipaða málsetningin. Hesum viðvíkjandi liggur nógv eftir hjá landsstýrinum.
Hvussu kunnu vit hava álit á, at nakað innihald er í visjón landsstýrisins á útbúgvingarøkinum, tá landsstýrið 1) ikki ger sær tann ómak, at kanna hvussu nógvir næmingar kunnu væntast at koma inn á miðnámsskúlarnar, áðrenn játtanir til skúlarnar verða settar á fíggjarlógaruppskotið 2) ikki tekur skúlaleiðslurnar - sakkunnleikan - við uppá ráð, tá avgerðir viðvíkjandi skúlunum verða tiknar 3) tekur avgerðir um næmingatøl í flokkunum, sum bæði stríða ímóti avtalum við lærararnar og egnum námsfrøðiligum meginreglum viðvíkjandi menning av undirvísingini 4) ikki ger sær tann ómak at seta seg inn ta lóggávu, sum tað er sett at umsita, áðrenn avgerðir verða tiknar 5) virkar beinleiðis í stríð við tær ætlanir, sum tað setir sær fyri at røkka á útbúgvingarøkinum.
Verða politisku avgerðirnar hjá landsstýrinum ikki samskipaðar og tilrættalagdar við virðing fyri teimum næmingum, starvsfólki og leiðslu, sum virka á úbúgvingarstovnunum og við støði í teimum yvirskipaðu málum, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at røkka, so er vandi fyri at visjón 2015 verður ein hvørvisjón. Higartil er lítið og einki gjørt, sum forðar fyri at hetta kann fara at vera úrslitið, men vónandi verður visjón 2015 komandi árini fylgd upp við praktiskum politikki, sum ber móti tí setta málinum. Tað er ikki einans visjón 2015, sum sigur, at frí atgongd til miðnámsútbúgvingar er lykilin til framburð. Hetta framgongur eisini av nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum.