Útbúgvingarkvøld á Kambsdali

Í kvøld verður fjølbroytt kunn­ing­ar­tiltak á mið­náms­skúl­u­num á Kambs­dali. Kunn­að verð­ur um mið­náms­út­búgv­ing­ar, hægri út­búgv­ing­ar og ALS-skeið. Til­tak­ið er úrslit av sam­starvi mill­um Altjóða skrivstovuna, mið­náms­skúl­ar­nar á Kambsdali og Ar­beiðs­loys­is­skip­anina.

15. mars er seinasta freist at søkja um upptøku á mið­náms­skúla í summar. 15. mars er eisini seinasta freist at søkja inn á danska lær­u­stov­n­ar um­veg­is kvotu 2. Í hes­um sambandi hava Al­tjóða skriv­stov­an og mi­ð­náms­skúl­ar­nir á Kambs­dali tikið stig til eitt kunn­ing­ar­kvøld.
Altjóða skrivstovan fer at kunna og vegleiða um KOT-umsóknarblaðið og kvotu 2, og Handilsskúlin og Stud­ent­a­skúl­in fara at kunna um út­búgv­ing­ar­nar FHS, HH, Stu­dent og HF. Harumframt fer ALS at kunna um hvørji tilboð og skeiðsmøguleikar eru til ar­beiðs­leys. Tiltakið byrjar klokkan 19 og fer fram á Hand­ils­skúl­a­num á Kambsdali.