Vit hava seinastu mongu árini tosað nógv um førleikamenning og grannsking, men ikki eru vit komin nógv longri við hesum enn bert prát. Vit liva mestsum einans av fiski og tað er her vit eiga at skapa neyðugu fortreytirnar fyri at menna okkara førleika innan hesa vinnu og soleiðis verða við í fremstu røð, tá ið tað snýr seg um framburðin, bæði tøkniliga og innan nýggjar marknaðir.
Vit hava ein fiskivinnuskúla, sum hevur verið skerdur líka frá byrjan, men hóast hetta hevur hann ment seg til tað hann er í dag. Men spurningurin er hvussu leingi leiðsla, lærarar og næmingar støðast undir so ósømiligum karmum sum fiskivinnuskúlin hevur at virkað undir í dag.
Í staðin fyri at gera íløgur í ein veruligan og áhugaverdan fiskivinnudepil, sum fær skapt áhuga millum ungdómin, at utbúgva seg innan okkara høvuðsvinnu, hevur onki verið í vegin tá ið talan hevur verið um at byggja fleiri studenta- og handilsskúlar. Alt gott um tað, men hví ikki eisini røkja okkara høvuðsvinnu og við hesum fáa økt um okkara útflutningsvirði, tí tað er veruleikin í dag, at ein stórur partur av okkara rávøru fer óvirkaður av landinum.
Tað seinastu sum landsstýrið er komið við, er at nú skal kostnaðarendurgjaldið fyri yrkisskúlarnar lækkað frá 100% til 75%. Grundgevingarnar eru, at hetta var ein kreppuloysn fyri at fáa fleiri lærlingar, eftir at mestsum eingin handverkaralærlingur hevði verið í fleiri ár. Hetta endurgjaldið bleiv hækkað í 1998 tá ið allir høvdu nokk at gera. Veruleikin er nokk at her eru nakrar milliónir, sum landskassin kann fáa hendur á, nú tað stendur á at fáa fíggjarlógina fyri 2003 at hanga saman. So vit kunnu helst vænta okkum fleiri slíkar spariætlanir komandi vikurnar.