Sirið Stenberg og Gunvør Balle, Tjóðveldi
-----
Í Føroyum finst ein stórur hópur av ófaklærdari arbeiðsmegi. Ein av bólkunum starvast sum
hjálparfólk á pedagogiska økinum, tað veri seg á dagstovnum, serstovnum, verkstøðum, sambýlum
o.s.fr. Somuleiðis finst ein stórur bólkur, sum starvast sum dagrøktarar, og hesi eru flest øll
ófaklærd.
Hóast stórt tal av námsfrøðingum verða útbúgvin á hvørjum ári, er tað ein sannroynd, at
tað í ávísum økjum í landinum ofta er torført hjá dagstovnum at fáa nøktandi tal av pedagogum í
starv, tí hesi tykjast heldur velja sær størv aðrastaðni. Tí eru hjálparfólkini í ávísum føri ein tann
berandi starvsfólkamegin á dagstovnunum. Og tað merkir, at tað hevur stóran týdning at fáa styrkt
tað fakliga støðið hjá hjálparfólkunum við, at tey kunnu fáa eina útbúgving. Harumframt er tað helst
meiri gevandi og nøktandi hjá hjálparfólkunum at fara til arbeiðis aftaná, at tey hava haft møguleika
fyri at styrkt um sínar ofta drúgvu arbeiðsførleikar við nakað av teori og pedagogiskum amboðum.
Hesar royndir eru vælkendar frá útbúgvingunum á heilsuøkinum, har arbeiðsmegin fyri fáum árum
síðan var ófaklærd, og har man í dag kann útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara. Tí hevur
heilsuøkið sum heild fingið eitt førleikalyft.
Fyri ein stóran part av teimum ,sum starvast sum ófaklærd letur tað seg ikki gera at fara á Fróðskaparsetrið at lesa til námsfrøðing, tí her krevst miðnámsprógv ella líknandi. Ein partur av ófaklærdu arbeiðsmegini er
tilkomin fólk, sum hava trupult við at lúka krøvini til námsfrøðiútbúgvingina, og hava kanska
heldur ikki fíggjarligar møguleikar at fara undir so langan lestur.
Grannalondini hava sett á stovn útbúgving til “pædagogisk assistent”. Útbúgvingarnar eru ikki heilt
eins í grannalondunum, men eru áleið 2 ára langar og hava sum krav, at umsøkjarin hevur 10. floks
prógv, ella 9. flokk og arbeiðsroyndir. Í grannalondunum hava fólk møguleika at fara beinleiðis
víðari til námsfrøðing, tí har er námsfrøðiútbúgvingin ikki á universitetsstøði. Henda trupulleika
kann man loysa í Føroyum við annaðhvørt at leingja pedagoghjálpara útbúgvingina, ella bjóða eitt
ískoytisskeið til tey, sum ætla sær undir víðari lestur. Her má møguleikin at útbúgva seg víðari og allatíðina at kunna byggja á verandi útbúgvingar vera til staðar. Tí er eitt ískoytisskeið ein góð loysn, tí rúm má bæði vera fyri teimum, sum einans ynskja ta útbúgvingina, eins og fyri teimum, sum vilja lesa víðari.
Ófaklærda arbeiðsmegin er ein viðbrekin bólkur. Tey eru í størri vanda fyri at enda í arbeiðsloysi og
harvið uttan fyri arbeiðsmarknaðin í annaðhvørt avmarkað tíðarskeið ella longri. Hetta kann so aftur
hava við sær aðrar sosialar trupulleikar tengdar at støðuni. Við at seta útbúgvingina á stovn fáa fólk
møguleika at fáa tættari tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og harvið aloftast betri livikor. Uppskotið skal tí síggjast sum liður í at steðga fólkafráflytingini og sum førleikamenning av arbeiðsmegini.
Skúladepilin í Suðuroynni hevur arbeitt við hesi ætlan eina tíð, og tey meta seg før fyri at bjóða
útbúgvingina út. Fyrireikandi fundir hava verið millum Skúladepilin og Mentamálaráðið, og partur
av forarbeiðnum er gjørt.
Tað er umráðandi ,í eini tilgongd við at stovnaseta nýggja útbúgving, at hava allar partar við, tí er tað
sjálvsagt, at Pedagogfelgið, Fróðskaparsetrið og Skúladepilin i Suðuroynni samstarva við
Mentamálaráðið um útbúgvingina, og at aðrir relevantir partar vera við eftir tørvi.










