Á øllum arbeiðsplássum verður tað mett sum ein nátúrligur rættur, at hava eitt matstað, har ein kann sita og eta sín matpakka. So er ikki í skúlunum. Hóast tað er í fólkaskúlanum, at grundarlagið fyri framtíð barnanna verður formað, so hava næmingarnir á flestu skúlum í kommununi ikki henda rætt. Næmingarnir sita í skúlastovuni og eta sín matpakka. Hetta er ikki nøktandi. Tí mugu allir skúlar, sum ikki hava eitt matstað, lagast til tíðina.
Ein skipan við heilsugóðum kosti eigur at vera ein nátúrligur partur av skúladegnum. Fyrsta stig á hesi leið, er at skipa so fyri, at øllum næmingum stendur í boði at fáa frukt og grønmeti.
Útbúgving er grundarlagið fyri allari menning. Fyri at læra, má ein trívast og kenna seg tryggan. Júst tí vil eg arbeiða fyri, at bæði næmingar og lærarar fáa góðar og nútímans karmar at arbeiða innan fyri.
Vilt tú hava ein, sum lurtar eftir tær? Vilt tú hava ein, sum arbeiðir fyri teg? So vel meg! Tú finnur meg á lista H.











