Útbúgvin sum journalistur í Århus

29. januar fekk Jón Brian Hvidtfeldt prógv sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í Århus.

Jón Brian er 26 ára gamal og fuglfirðingur, sonur Petru, f. Hansen, og Poul Hvidtfeldt í Fuglafirði.

Eftir lokið studentsprógv arbeiddi hann á trolvirkinum Vónini í Fuglafirði, til hann fór á journalistháskúlan í Århus.

Lærutíðin var fýra ár harav hálvtannað var praktikk, og Jón Brian var eitt ár í praktikk hjá Útvarpi Føroya og hálvt ár á Sosialinum.