Jú skjótari fólk, sum hava fingið skaða ella ein hjartatilburð, fáa hjálp, jú størri er møguleikin fyri at bjarga lívinum, ella at tey sleppa undan varandi meini.
Tí ræður um at útbúgva sjúkraflutningsfólkini væl.
Hetta sigur Hans Jákup Simonsen, yvirlækni á Bráðdeplinum. Bráðdepilin er góðkennandi myndugleikin av útbúgvingini hjá sjúkraflutningsfólkunum.
Landssjúkrahúsið er farið undir ein nýggjan leist við at útbúgva portørar.
Útbúgvingin er tvey ára lærutíð við trimum modulum av teori.
Tann fyrsti portørurin, sum hevur fingið útbúgvin eftir nýggja leistinum, fekk prógv á gjár.
Maðurin eitur Mortan Holm Schwartson.
Gløggur maður
Á samkomu í hølunum hjá Sjúkraflutningstænastuni í gjár regnaði við lovorðum niður yvir nýútbúna mannin. Bæði frá Jákup Nolsøe, leiðara á Sjúkraflutningstænastuni og frá Hans Jákupi Simonsen, yvirlækna á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Mortan Holm Schwartson er gløggur, arbeiðssamur, eitt gott menniskja, brennur fyri sínum arbeiði og hevur eitt gott hjarta, varð sagt um hann.
Meðan hann var í útbúgving, tók hann eisini eitt skeið í at hjálpa fólki í trauma. Tað skeiðið var hart, tí nógv var at lesa. Úrslitið var sera gott, upplýsti Jákup Nolsøe.
Mortan Holm Schwartson var eina viku í prkatikk á skuðdeildii og eina viku í Bráðdeplinum.
Aðrir portørar á Landssjúkrahúsinum eru við at verða lidnir við somu útbúgving.
- Krøvini til portørar økjast alla tíðina, og tað næsta verður at útbúgva teir til at kunna handfara heilivág. Vit mugu minnast til, at er tað nakað, sum kann bjarga mannalívum er tað sjúkraflutningstænastan, segði Hans Jákup Simonsen.
Hann minti á, hvussu týdningarmikið tað er, at sjúklingar beiannvegin fáa røttu viðgerðina, og hann rósti portørunum fyri at duga arbeiði sítt væl. Hansara meting var, at sjúkrabilafólkini á meginøkinum bjarga upp ímóti sjey menniskjalívum um árið, tí tey hava veri før fyri at veita røttu viðgerðina beinanvegin.