TB gjørdist stóri vinnarin

Tey yngru sluppu rættiliga at royna seg í flogbólti farna vikuskiftið, tá FM var á skránni fyri yngru deildirnar. Her gjørdist TB heilt stóri vinnarin

Farna vikuskiftið var stórt flogbóltstiltak á skránni, tá yngru deildirnar skuldu kappast um føroyameistaraheitið. Innleiðandi bólkarnir blivu spældir í Gundadalshøllini, Hoyvíkshøllini og høllini í Kollafirði tíðliga leygardagin, meðan finalurnar hjá teimum yngstu vóru á skránni seinni leygardagin.
Sunnudagin var so stórt finalutiltak í Hoyvíkshøllini, tá finalurnar hjá teimum 14 ára gomlu og hjá unglingunum vóru á skránni. Hesir dystir blivu spældir á taraflex-gólvinum hjá Flogbóltssambandinum, og tí var hetta helst ein heilt serlig løtu hjá teimum, sum ikki hava roynt at spælt á slíkum gólvi áður.
 
TB vann alt
Kappingin hjá teimum yngstu gentunum, gentum 10, var ikki á skránni hetta vikuskiftið, og tí vóru tað bert tríggir gentualdursbólkur, sum kappaðust farna vikuskiftið.
Kappingin hjá gentum 12 var tann einasta gentukappingin, sum bleiv avgjørd leygardagin- Her var slett eingin ivi um, hvat var tað sterkasta felagið. TB hevur víst í onkrari kapping fyrr í ár, at tað eigur nógvar góðar spælarar í hesum aldursbólkinum, og aftur hesaferð vísti felagið av Tvøroyri, at tað er einaráðandi í hesum aldri. TB fór nevniliga avstað við øllum heiðursmerkjunum, og í finaluni møttust TB a og TB b. Henda dystin vann TB a, og sostatt fóru tær avstað við gulliheiðursmerkjunum. Silvur fór til TB b, meðan TB c vann bronsuheiðursmerkini. Eitt sera flott úrslit av TB í hesum aldri.
 
Dráttur og TB sigraðu hjá dreingjunum
Hjá dreingjunum blivu tvær kappingar avgjørdar leygardagin, og hetta vóru sjálvsagt kappingarnar í teimum yngstu aldursbólkunum, dreingir 10 ár og dreingir 12 ár.
Hjá teimum 10 ára gomlu vístu vágafeløgini seg at vera sterkast. Dráttur er serliga kent fyri flogbóltin á kvinnusíðuni, men teir yngstu dreingirnir hjá felagnum duga eisini. Teir megnaðu nevniliga at spæla seg í finaluna, og her var mótstøðuliðið hitt vágaliðið, SÍ. Dráttur dró longra stráið í hesum dystinum, og sostatt vunnu teir gull frammanfyri SÍ, sum fekk silvur. Bronsuheiðursmerkini fóru til Fleyr a.
TB er ikki bara væl fyri hjá teimum 12 ára gomlu gentunum, tí dreingirnir vístu leygardagin, at dugur eisini er í teimum. Teir komu allan vegin til finaluna, har mótstøðuliðið var Mjølnir úr Klaksvík. Her vísti TB seg at vera tað sterkara liðið, og sostatt tryggjaði TB sær sítt næsta gullheiðursmerki við sigrinum hjá dreingjum 12. Mjølnir fekk silvurheiðursmerki, meðan bronsuheiðursmerkini fóru til Sørvágs.
 
Stórt finalutiltak
Sunnudagin kom so dagurin, tá ið stóra finalutiltaki var á skránni í Hoyvíkshøllini. Her skuldu fýra finaludystir spælast, og tað, sum var sera spennandi hjá leikarunum og helst eisini eitt sindur øðrvísi, var, at teir skuldu spæla finaludystirnar á taraflex-gólvinum hjá Flogbóltssambandinum. Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum lat væl at finaludegnum.
- Sunnudagurin eydnaðist sera væl. Vit byrjaðu tíðliga á morgni við finaluni hjá dreingjum 14 ár, og tá vóru ikki so nógvir áskoðarar, tí hetta var jú tíðliga uppá dagin. Seinni um dagin vóru nógvir áskoðarar til dystirnar, og serliga gott lív var í til finalurnar hjá gentum 14 og kvinnuunglingum.
Magnus helt eisini, at spælarar vóru glaðir fyri at spæla á taraflexgólvinum.
- Eg eri heilt vísur í, at spælararnir vóru glaðir fyri at spæla á taraflex-gólvinum. Hetta er ein øðrvísi uppliving hjá teimum yngru leikarunum, sum teir virkiliga síggja fram til.
Flogbóltssambandið hevði eisini syrgt fyri, at góðir dómarar vóru til finaludystirnar, og m.a. dømdi okkara altjóða dómari, Jan Hentze, tvær tær fyrstu finalurnar.
 
TB fekk triðja gullið
Fyrsti dysturin, sum var á skránni sunnudagin, var finalan hjá dreingjum 14 ár. Her skuldi TB a spæla ímóti ÍF, og hetta gjørdist ein spennandi dystur. Munurin á liðunum var ikki tann stóri, men hetta var bara kappingin hjá TB.
TB a megnaði nevniliga at basa dreingjunum úr Fuglafirði, og sostatt vann TB sítt triðja gullheiðursmerki í FM, meðan ÍF mátti taka til takkar við einum silvurheiðursmerki.
Gullheiðursmerki var tó ikki einasta heiðursmerki, sum TB tryggjaði sær í hesum aldursbólkinum. Leygardagin hevði b-liðið hjá TB nevniliga vunnið bronsu, og tí var hetta ein sera góð kapping fyri 14 ára gomlu dreingirnar av Tvøroyri.
 
Fleyr vann hjá gentum 14
Fleyr hevur víst stóra styrki hjá gentum 14 ár í ár. Tær hava vunnið bæði FK-kappingini, Mjølnir-kappingina og Dráttur-kappingina í ár, og tí vóru tær eisini favorittar at vinna føroyameistaraheitið farna vikuskiftið. Leygardagin megnaði Fleyr eisini at spæla seg fram til finaluna, og her var mótstøðuliðið KÍF úr Kollafirði.
Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær til henda dystin, men spenningurin bleiv ikki tann heilt stóri. Fleyr var betra liðið allan vegin, og tær vunnu eisini ein rættiliga tryggan sigur. Sostatt fekk Fleyr sítt fyrsta gullheiðursmerki í hesi kappingini, meðan KÍF fekk silvur. Á triðja plássi endaði Mjølnir.
 
Mjølnir og SÍ vunnu unglingarnar
Kappingarnar hjá kvinnuunglingunum hava verið sera spennandi í ár. Í teimum trimum kappingunum, sum hava verið á skránni undan FM, høvdu trý ymisk lið vunnið tær. KÍF vann FK-kappingina, SÍ vann Mjølnir-kappingina, meðan Mjølnir vann Dráttur-kappingina. Tí kundi hugsast, at FM fór at gerast sera spennandi hjá kvinnuunglingum.
Leygardagin gjørdist greitt, at Mjølnir og SÍ møttust í finaluni, og hesin dysturin gjørdist rættiliga spennandi. Munurin á liðunum var ikki serliga stórur, men á degnum vísti Mjølnir seg at vera sterkara liðið. Tær vunnu finaludystin, og sostatt tryggjaðu tær sær gullheiðursmerkini, meðan SÍ fekk silvur. Dráttur endaði á triðja plássi.
Hjá mansunglingunum hevur SÍ verið sterkasta liðið í ár. Fleiri av mansunglingunum hjá SÍ eru eisini við til at manna best liðið, og tí vóru teir favorittar undan kappingini. Nøvan hevur tó eisini vunnið onkra kapping í ár, og tað vóru júst hesi bæði liðini, sum møttust í finaluni.
Enn einaferð vísti SÍ seg tó at vera betra liðið, og teir vunnu finaludystin ímóti Nøvuni. Sostatt vann SÍ sítt fyrsta gullheiðursmerki í FM, meðan Nøvan fekk sítt einasta heiðursmerki við silvurkrúnunum í mansunglingum. Á triðja plássi endaði Mjølnir.
Eftir FM kann bert sigast, at kappingin eydnaðist sera væl. Bæði innleiðandi umførini og finalurnar vístu seg at ganga væl, og stóri vinnarin í FM hesaferð bleiv TB av Tvøroyri.


Vinnarar Gentur:
 
Gentur 12:

  • TBa

  • TBb

  • TBc

  •  
    Gentur 14:

  • Fleyr

  • KÍF

  • Mjølnir

  •  
    Kvinnuunglingar:

  • Mjølnir


  • Dráttur

  •  
     
     
    Vinnarar Dreingir:
     
    Dreingir 10:

  • Dráttur


  • Fleyr a

  •  
    Dreingir 12:

  • TB

  • Mjølnir


  •  
    Dreingir 14:

  • TB

  • ÍF

  • TBb

  •  
    Mansunglingar:


  • Nøvan

  • Mjølnir