TB-Mjølnir 0-2
Skuldi nakar steðga Mjølnir á veg móti meistaraheitinum, so skuldi tað verða TB. Tvørágenturnar hava víst seg at vera tær stinnastu í kappingini móti klaksvíkskvinnum í ár, men hóast tað, so var tað ikki nóg mikið til sigurin í høllini í Trongisvági sunnudagin.
Eingin mótstøða
Í veruleikanum er tað ein løgin støða at standa í hjá klaksvíkskvinnum. Tær vinna og vinna, og um tær eru fullmannaðar ella ikki ? ja, tað kann fyri so vítt vera líkamikið.
Tær hava eisini mist fólk í ár, men tað sæst verri enn so líka væl á spælinum, sum tað ger hjá hinum liðunum. Tær fáa onga mótstøðu kortini. Tí má júst styrkin hjá Mjølnir vera tekin um, at tað eru Mjølnirkvinnurnar, sum gera tingini á rættan hátt, meðan hini feløgini ikki gera tað.
Seinastu tvey árini hevur Mjølnir verið so langt frammanfyri hini liðini, at tað ongantíð hevur verið veruligur spenningur í kappingini og vit kunnu í grundini spyrja um Mjølnir fær nakra mótstøðu yvirhøvur.
TB enn best fyri
Tá tosast skal um silvurmerkini, so fingu tvørágentur eina gávu av Kambsdali fríggjakvøldið. Dráttur kundi við sigri á ÍF koma ájavnt við TB í stigum, men ÍF-kvinnurnar syrgdu fyri, at tað varð av ongum.
Tí liggur TB enn best fyri at fáa silvurmerkini í landskappingini. Og tá samanumkemur, er tað ikki órættvíst, um tað verður endin. TB hevur ? um ikki víst besta spælið, so fingið mest burtur úr tí, tær hava víst.
Og tað er eisini ein góður eginleiki at hava ...