TB fulla úrtøku í Gundadali

Tað var eingin ivi um, at tað var TB, sum var betra liðið, tá ið tvøramenn seinnapartin vitjaðu HB í Gundadali.

Josef Bassene fluktaði miðskeiðis í 1. hálvleiki til 1-0 eftir innlegg úr høgru.

Fýra minuttir eftir steðgin økti Dan Mortensen um munin eftir hornasparksinnlegg úr høgru, og bara tríggir minuttir seinni varð sigurin staðfestur eftir fínt uppspælt eftir miðásinum. Málskjútti í tí førinum var Gunnleif Olsen.