TB er framvegis á uppflytingarkós. Í dag hevur aldursforsetin í føroyskum fótbólti vunnið 2-1 á FC Hoyvík á niðara vølli í Gundadali. Hálvleiksstøðan var 1-0 til TB.
Heimaliðið legði bragdliga fyri, men tað vóru gestirnir av Tvøroyri, sum eftir eitt korter legði seg á odda. Málskjútti var Bárður Dimon, sum var púra leysur undir málinum, eftir at hornaspark varð sent innfyri.
Tíggju minuttir eftir hvíldina økti TB um leiðsluna, og aftur hesa ferð var tað eftir hornaspark. Málskjútti var Dan Mortensen, sum stýrdi innlegginum í málið.
Tíggju minuttir undan leikloki minkaði heimaliðið um munin. Málskjútti var Sunnleif J. Midjord, sum eftir innlegg var leysur undir málinum.
Síðstu løtuna trýsti heimaliðið nógv fyri at vinna í hvussu so er eitt stig, men tað eydnaðist ikki at skora, og harvið vann TB 2-1.
Úrslitið ber við sær, at TB er næstfremst og á næstfremsta plássi. TB hevur 19 stig fyri níggju dystir, og FC Hoyvík hevur sjey stig fyri átta dystir.