TB-formaðurin: Okkurt mátti gerast

- Eg eri í ringum lag í kvøld, tí vit hava tikið hetta stigið, men okkurt mátti gerast og tað mátti gerast nú. Tí hava vit - í samráð við Hans Fróða Hansen - gjørt av at steðga samstarvinum partanna millum.

 

Tað sigur André Dalfoss, formaður í TB við Portal.fo, í sambandi við, at nevndin í kvøld hevur gjørt av at siga venjaranum úr starvi.

 

Hans Fróði Hansen var hjálparvenjari hjá felagnum í fjør, men tá Milan Kuljic ikki slapp at halda fram í starvinum í ár, tók leirvíkingurin, sum bæði hevði royndir sum landsliðsleikari og sum yrkisleikari uttanlands við sær í skjáttuni, við. Fyrst sum ítróttarstjóri og seinni, tá hann var komin inn á venjaraskúla, eisini sum høvuðsvenjari hjá felagnum.

 

Og hóast formaðurin í dag, saman við restini av nevndini, var noyddur til at siga venjaran úr starvi, vegna vantandi úrslit, er hann kortini nøgdur við avrikið hjá Hans Fróða Hansen.

 

- Vit eru greið yvir, at fleiri ristu við høvdinum, tá vit gjørdu av at seta Hans Fróða Hansen sum venjara, men hann hevur roynst okkum væl. Hansara innsatsur liggur ikki eftir, og tað er ikki orsøkin til, at vit siga hann úr starvi, sigur André Dalfoss.

 

Hvør er so orsøkin. Eru tað vantandi úrslitini, sum eru orsøkin?

 

- Ja, tað er tað. Liðið liggur bara eitt stig frá næst aftasta plássi, og skal nakað gerast, so má tað gerast nú, annars verður tíðin ov lítil. Tí hava vit valt at taka hetta - serstakliga keðiliga - stigið nú, sigur André Dalfoss.

 

Tá tit siga venjaran úr starvi, hava tit so annan venjara kláran?

 

- Hann er ikki klárur, men vit samráðast við ein venjara, og vit rokna við at tað kemur upp á pláss heilt skjótt, sigur André Dalfoss.

 

Er tað ein lokalur venjari, sum tit arbeiða við?

 

- Nei, tað er tað ikki. Eg fái í løtuni ikki sagt nakað um, hvør tað er, men eg kann siga so mikið sum, at hann er ikki lokalur, sigur André Dalfoss.

 

Mynd: www.tb.fo