Fótbóltur
Tað stóð nógv uppá spæl tá Skála og TB hittust á Skála sunnudagin. Tapandi liðið vildi næstan við vissu flyta beinleiðis niður í 2. deild. Tí bleiv byrjanin eisini varðlig, har liðini í hvør sínum lagi royndu at verja tað tey høvdu tá dysturin byrjaði.
Jøvn byrjan
Nógv vatn var á vøllinum og hetta gjørdi at umstøðurnar ikki vóru alt ov góðar.Javnt gekk á fyrstu løtuna og ongin stórur møguleiki var til nakran partin.
Men so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, fingu liðini vant seg við umstøðurnar og meiri flótandi spæl var at síggja. Og tað vóru skálamenn sum fyrst komu fyri seg og við ágrýtnum spæli fingu lagt trýst á TB.Tá okkurt um 20 minuttir vóru farnir fingu teir fyrsta málið, sum Lars Muller í TB-málinum má taka uppá sín rygg. Hann spældi bóltin beint út til Jónhard Frederiksberg, sum hegnisliga lyfti bóltin uppum Lars og í mál.
Eina løtu seinni kundu tvøramenn javna, tá Vladimir Matijivic skallaði á tvørstongina eftir at eitt fríspark kom væl innfyri. Hetta var tað nærmasta TB kom einum máli í fyrra hálvleiki, og eftir hetta sat Skála á dystinum.
Tá 5 minuttir eru eftir til hálvleik fekk Skála fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá TB. Skotið var hart og á váta vøllinum megnaði málmaðurin hjá TB ikki at halda bóltinum, sum kom út aftur til Alexandru Gabor sum setti hann í mál.
Og løtu seinni fór Jónhard Frederiksberg enn einaferð ígjøgnum verjuna hjá TB og skeyt móti málinum. Lars Muller bjargaði í fyrstu syftu, men Hanus Thorleifsson fylgdi upp og skoraði til 3-0.
Avgjørt í hálvleikinum
Nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur, tí ilt var at síggja hvussu TB kundi gera nakað sum helst við tryggu Skála-leiðsluna.
Tann lítla vónin sum tvøramenn høvdu til seinna hálvleik, brast bert 2 minuttir eftir at seinni hálvleikur var bríkslaður í gongd. Alexandru Gabor syrgdi fyri hesum málinum til 4-0.
Nú fall alt saman hjá TB, samstundis sum skálamenn fóru at hugsa um at verja leiðsluna.
Hóast leikferðin minkaði næstu løtuna, vóru nógvir møguleikar og Skála hevði nógv teir flestu. Jónhard Frederiksberg fekk miðskeiðis í seinna hálvleiki tvær ferðir bóltin í netið, so støðan gjørdist 6-0.
Teir seinastu minuttirnar av dystinum hendi ikki so nógv og liðini høvdu sligið seg til tols við at dysturin fór at enda við teimum 6-0. Men í yvirtíðini gjørdi Skála bart einaferð enn, og skoraði tvey skjót mál so endaliga úrslitið gjørdist heili 8-0 til Skála.
Fyrst var tað Áki Petersen, sum við einum góðum langskoti rakti tvørstongina so bókturin eftirfylgjandi fór í mál, og punktum fyri málskjótingini setti Arnhold Berg við seinasta málinum.
Skála vann sostatt stórsigur á einum TB-liði, sum bert var við í dystinum fyrstu løtuna. Tapið viðførir, at TB skal spæla í 2. deild næsta ár, eftir bert eitt ár í 1. deild á hesum sinni.
Dysturin í tølum:
Skála-TB 8-0(3-0)
1-0: Jónhard Frederiksberg
2-0: Alexandru Gabor
3-0: Hanus Thorleifsson
4-0: Alexandru Gabor
5-0: Jónhard Frederiksberg
6-0: Jónhard Frederiksberg
7-0: Áki Petersen
8-0: Arnhold Berg
Dómari: Lassin Isaksen
Skála: Eugen Voda - Pauli Pouslen, Rúni Rasmussen, Bent Djurhuus, Kári Nielsen, Hanus Thorleifsson, Jonhard Frederiksberg, Gheorghe Callo, Áki Petersen, Pauli Hansen, Alexandru Gabor
TB: Lars Müller - Óli Johannesen, Milan Cimburovic, Nebosja Urtajl, Vladimir Matijivic, Kaj Roest, Olivur Abrahamsen, Dan Mortensen, Bárður Dimon, Allan Michelsen, Aleksandar Radosavljevic