Dysturin millum FS Vágar og TB, sum ætlandi skuldi verið leiktur skírishósdag, varð av ongum, tí tvørámenn góvu avboð til dystin.
Níggju mans skaddir
Oddur Dimon, sum er umboðsmaður fyri 2. deildarliðið hjá TB, sigur við Sosialin, at orsøkin heilt einfalt var tann, at teir ikki sóu seg førar fyri at manna lið.
Hann greiður frá, at teir í løtuni hava heili níggju mans, sum eru meira ella minni skaddir, og at teir ikki sóu nakra nyttu í at fara vestur at spæla dystin.
- Eg veit ikki hví, men vit hava verið ótrúliga óhepnir við skaðum higartil. Beint sum steypakappingin byrjaði, byrjaðu skaðarnir eisini. Undanfarna vikuskiftið stóð longu heilt illa til, og tá vit so aftur fingu tveir mans skaddar í Gøtu, var heilt galið, greiður Oddur frá.
Í fyrsta umfari gjørdi TB so av, at søkja fótbóltssambandið um loyvi til at taka liðið úr kappingini, men hesum sýtti FSF fyri, og tískil sóu teir seg noyddar at gera avboð til dystin, eins og teir longu hava givið avboð til dystin móti HB, sum ætlandi skuldi verða leygardagin, páskaaftan.
Harmast um støðuna
Oddur sigur seg sjálvsagt harmast um støðuna, men hann leggur samstundis áherslu á, at hetta stig var avgerandi neyðugt, til tess at kunna hava eitt nøkunlunda lið, tá landskappingin fer í gongd mánadagin.
- Vit kundu sjálvfylgiligt roynt at lappa onkran leikara, soleiðis at hesin fekk leikt, men úrslitið hevði helst verið, at skaðarnir versnaðu, og hetta hava vit ongan áhuga í, greiður Oddur frá.
Ongan annan møguleika
Børge B. Hansen, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, greiður frá, at teir á fundi viðgjørdu umsóknina hjá TB um loyvi til at taka liðið úr kappingini. Hesum sýttu teir fyri, tí hetta vildi viðført, at FS Vágar, sum nú hevur átta stig, hevði mist seks av hesum stigum, og sostatt hevði havt munandi verri møguleika at leika seg í fjórðingsfinaluna. -At TB so velur at geva avboð til dystirnar, kunnu vit so einki gera við, men sjálvandi er tað at harmast um, sigur Børge við Sosialin.
Onkur hevur ført fram, at tá GÍ er einasta lið, sum hevur leikt tveir dystir móti TB, førir hetta við sær, at teir nú hava nógv betri málúrtøku enn bæði HB og FSV, men Børge sær tó ongan vanda í hesum. Undan hesum kappingarárið varð skipanin broytt, soleiðis at tað nú eru innanhýsis uppgerðirnar, sum telja, um tvey lið standa á jøvnum í stigum.
Spurdur, um avboðini fáa nakrar avleiðingar fyri TB, svarar Børge, at ítróttarliga fær hetta ongar avleiðingar, men at felagið helst fær álagt eina sekt, fyri ikki at møta upp til dyst.