20. umfar í 1. deild er á skránni seinnapartin. Talan er um fýra dystir. Tann fimti varð spældur í Sandavági mikukvøldið. Tá vann HB 2-1 á 07Vestur. Harvið varð tað staðfest, at TB flytur upp í bestu deildina, tí nú kann 07Vestur ikki røkka stigatalinum, sum TB hevur vunnið.
Toppliðið TB er framvegis ósigrað. 18 sigrar og ein javnleikur sigur støðutalvan. Í dag fær TB vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Tá fáa tey í TB leguni høvi at fagna nýggja liðnum í bestu deildini, sum skal halda fokus á síðstu átta umførunum og so smátt fyrireika seg til nýggju avbjóðingina í fremstu røð í 2015.
FC Suðuroy hevur møguleika at stinga seg trý stig framum 07Vestur, sum tapti mikukvøldið. Tølini siga, at avbjóðingin er stór. FC Suðuroy hevur spælt tvær ferðir ímóti AB fyrr í ár, og hvørgu ferðina eydnaðist tað FC Suðuroy at vinna. Á Argjum endaði tað 2-2, og á Vágseiði vann AB 2-1.
KÍ-NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 14.00
EB/Streymur-Víkingur: Alex Troleis kl. 17.00
AB-FC Suðuroy: Johan Petur Michelsen kl. 13.30
TB-B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Støðan
TB 55
FC Suðuroy 33
07Vestur 33
B36 31
NSÍ 26
AB 26
Víkingur 21
HB 16
KÍ 15
EB/Streymur 14
07Vestur og HB hava spælt 20 dystir og hini liðini 19 dystir