TB fær styrk

TB hevur í dag kunngjørt tríggjar nýggjar spælarar. Tveir útendingar og ein føroying

TB hevur í kvøld kunngjørt tríggjar nýggjar spælarar. Tveir útlendingar og ein ein foraying. Føroyski spælarin er Salmundur Bech úr FC Suðuroy, meðan útlendingarnir eru málverjin Joslain Mayebi , og Herve Din Din . Báðir úr Kamerun.

 

Joslain er 29 ára gamal. Eftir ungdómsárini byrjaði hann sína yrkisleið í FC Metz, í Fraklandi. Hann hevur millum annað eisini spælt í bestu deildini í Ísrael, Ligat HaAl. og á besta liðnum hjá Wrexam FC.

 

Herve Din Din er 24 ára gamal áleypari, sum millum annað hevur spælt sum yrkisspælari í Vietnam, Tunisia og Gabon. Herve er stórur, skjótur og við sínum 191 cm er hann sera sterkur í luftini, skrivar heimasíðan hjá TB.

 

Umframt teir, so hevur felagið gjørt sáttmála við Albert Adu, Carl M. Bech, Eirikur Magnusarson, Gudmundur V. Larsen, Hávar Albinus, Heini M. Mortensen, Kofi Appiah, Ndende Guéye, Petur M. Mortensen, Ragnar Joensen, Teitur Justinussen og Teitur Olsen.

 

Høvuðsvenjari verður sum fyrr lýst Robert Roelofsen og hjálparvenjarin verður Karl Øster.