TB hevur gjørt sáttmála við danska málverjan, Anders Hoff, sum verður málverji við Stórá í 2023. 19 ára gamli málverjin verður umrøddur sum eitt málmanstalent og tað tykist sum, at TB hevur gjørt eitt gott arbeiði, fyri at fáa málverjan í hópinum.
- Anders er dani, 19 ára gamal, 188 cm høgur, og kemur úr danska superligafelagnum AC Horsens. Anders var inntil í januar í ár útleigaður til Middelfart, har hann varð umrøddur sum eitt stórt málmanstalent, og hetta fingu vit eisini váttað frá fólki í nærumhvørvinum har. Anders var heima til royndarvenjingar í januar og har varð beinanvegin greitt, at her høvdu vit við eitt sera stórt talent at gera. Áhugin fyri víðari samstarvi varð alt fyri eitt kveiktur hjá felagnum og í gjár bar so á mál og sáttmálin varð undirskrivaður, skrivar TB.
Anders Hoff bleiv í februar í fjør, fyri fyrstu ferð úttikin til danska U-19 landsliðið, til ein venjingardyst móti Ungarn.











