TB fær íslendskan styrk

Tað loysti seg hjá Tvøroyrar bóltfelag at søkja eftir spælarum á íslendsku netmiðlunum.

Í august mánaði bar in.fo tíðindini um, at TB dyrgdi eftir nýggjum leikarum til komandi kappingarár í Íslandi. Tað var íslendski fótbóltsportalurin fótbolti.net, ið boðaði frá, at føroyski aldursforsetin í fótbólti, TB, sóknaðist eftir einum áleypara, einum miðvallara, einum miðverja og einum vinstrabakki til hópin komandi ár.

 

Tað gekk sum eftir ánni hjá TB í 1. deild farna kappingarár, og vunnu teir sær trygga uppflyting í Effo-deildina, men kortini helt høvuðsvenjarin, Páll Guðlaugsson, at tørvur var á styrki, um plássið í Effo-deildini skal varðveitast.

 

Les eisini TB leitar eftir nýggjum spælarum í Íslandi

 

Nú boðar fótbolti.net frá, at tveir íslendskir spælarar eru farnir til Tvøroyrar at spæla fótbólt komandi kappingarár. Talan er um teir báðar Andri Freyr Björnsson og Reynir Magnússon. Andri Freyr Björnsson er ein 28 ára gamal vinstri bakkur, sum undanfarna kappingarár spældi við KFR.

 

Reynir Magnússon er ein 22 ára gamal miðverji, sum seinastu trý árini hevur spælt við ÍR. 

 

Sum skilst eru fleiri leikarar afturat á veg til Tvøroyrar áðrenn kappingarbyrjan.