TB-ÍF verður spældur við Stórá

Loyvisnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur givið TB grønt ljós til at spæla á nýggja leikvøllinum við Stórá, tá ÍF sunnudagin kemur á vitjan.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá TB, sum eisini greiður frá at fleiri hjálparfólk hava stríðst alla vikuna á tamb fyri at fáa øll viðurskifti upp á pláss til vikuskiftið. Í dag hevur loyvisnevndin so kunngjørt, at nýggi vøllurin við Stórá lýkur øll krøv til at hýsa einum dysti í bestu mansdeildini í føroyskum fótbólti.

 

Tað verður sostatt ein søguligur dagur, tá TB og ÍF spæla sunnudagin í sætta umfari í Effodeildini. Dysturin verður klokkan 15.00.