TB fær venjara úr Rumenia

Fleiri útlendingar eru longu á Sevmýri, men møguleikin hevur verið nevndur, at nýggi venjarin skal at hava ein spælara til Tvøroyrar saman við sær

TB FYRIREIKING

Nú er tað greitt, at nýggi TB venjarin fer at koma úr Rumenia. Tað veit heimasíðani hjá TB, tb.fo, at siga. Sáttmáli varð í síðstu viku skrivaður millum TB og Eugen Neagoe. Hann er 37 ára gamalur og royndur álopssspælari. Fyri tveimum árum síðani gavst hann at spæla. Hann hevur UEFA A licens sum venjari. Hann hevur verið høvuðsvenjari í næstbestu deildini í Rumenia, og seinastu tíðina hevur hann verið hjálparvenjari í Universitate Craiova. Talan er um eitt av fremstu feløgunum í bestu deildini í Rumenia. Eugen Neagoe spældi í síni tíð í mong ár í hesum felagnum.
Umframt í Craiova spældi Eugen Neagoe eisini í Ungarn, Grikkalandi og á Kypros. Hann var á fleiri ungdómslandsliðum og rakk U 21 landsliðnum. Tað er Ion Geolgau, sum var venjari hjá HB í fleiri ár og eisini vandi B36, ið hevur hjálpt TB at finna fram til nýggja venjaran, sum Ion hevur givið gott skoðsmál. Eftir at Ion fyrra partin av síðsta kappingarári var í Reykjavík og vandi Fram, er hann nú aftur í Rumenia.

Fleiri útlendingar
Setningurin hjá TB verður næsta kappingarár fyrst og fremst at sleppa undan niðurflyting. Í ungdómsdeildunum eigur TB fleiri góðar spælarar. Tað vístu úrslitini í fleiri av yngru deildunum síðsta kappingarár. Fyri felagið er tað týdningarmikið, at tað aftur verður traditión at 1. deildarfótbóltur verður á Sevmýri. Tað fer at hava stóran týdning fyri menningina av ungu spælarunum.
Sum hjá so mongum øðrum feløgum verður tað í TB mett at vera neyðugt við hjálp aðra staðni frá. Umstøðurnar eru soleiðis, at tað er ógvuliga torført ella rættari ómøguligt at fáa spælarar norðanfjørðs at flyta suður at spæla fótbólt, hóast at tað hevði borið til at fingið arbeiði á við síðuna av. Onkrir spælarar hava onkra ferðina ferðast eitt sindur millum feløgini í Suðuroy, men enn hevur einki verið at hoyrt um, at nakar úr hinum trimum feløgunum í oynni skal flyta til TB. Um TB skal fáa styrk, so skal tað eftir øllum at døma vera úr útlandinum. Útlendingarnir, sum við vissu fara at hjálpa TB næsta ár, eru gamlir kenningar í Føroyum, men tað kann vera, at onkur nýggjur fer at koma afturat.
- Predrag Zivkovic hevur spælt fótbólt í Føroyum í fimm ár, so hann verður í fótbóltshøpi roknaður sum føroyingur. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit kunnu hava fýra aðrar útlendskar spælarar. Ein teirra er Alexander Jovevic, sum síðsta kappingarár var á NSÍ miðvøllinum. Síðsta kappingarár høvdu vit tveir ghanesiskar spælarar, sum vit vóru væl nøgdir við. Sum tað sær út í løtuni, so er tað nógv, sum talar fyri, at teir báðir koma aftur henda vegin, sigur Bjarni Mortensen, sum er formaður í fótbóltsdeildini hjá TB.
Tað hevur ljóðað, at nýggi venjarin kanska skal spæla við sjálvur, og at hann møguliga skal hava onkran landsmann við sær til Tvøroyrar at spæla fótbólt, men tað liggur framvegis í tí óvissa.
- Venjarin hevur verið góður fótbóltsspælari. Rumenskur fótbóltur er jú á væl hægri støði enn okkara fótbóltur, og hann hevur spælt á høgum støði í heimlandinum og eisini í grannalondunum har niðri. Men tað eru tvey ár síðani, at hann spældi, og um hann skal spæla, so verður tað sjálvandi neyðugt hjá honum at fara undir aftur at venja samstundis, sum hann skal venja hinar. Møguleikin fyri at hann skal hava onkran landsmannin við sær henda vegin hevur verið nevndur, men enn er einki komið upp á pláss hesum viðvíkjandi, sigur Bjarni Mortensen.
Síðsta kappingarár var tað Jon Johannesen, sum hevði ábyrgdina av TB liðnum, sum vann 2. deild og harvið flutti beinleiðis upp í bestu deildini. Jon boðaði stutt eftir kappingarlok frá, at hann fór ikki at halda fram sum venjari. Jon var leikandi venjari, og sum vit hava skilt tað, so ætlar hann sær aftur næsta ár at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum.