TB fær bronsuna

Fótbóltur: Vunnu dystin móti HB

2. deild menn:

TB?HB 1?1 (1?0)


Teir í HB høvdu við sigri á Sevmýri møguleika at vinna bronsukrónur, men tá teir leygarkvøldið fóru suður, var tað so mikið soltið við fólki, at møguleikin mátti metast lítil ella eingin. Pætur Dahl, Janus Joensen og Vagnur Mohr Mortensen fóru sunnudagin av landinum við U-18 landsliðnum, Jón Rói Jacobsen var skaddur eftir í Havnini, onkur møtti ikki upp, og tað hevði við sær, at venjarin, Petur Simonsen, var tólvta navnið á dómaraseðlinum.

Fyri TB var tað nóg mikið at fáa javnleik fyri at vinna bronsu, og tað endaði við javnleiki. Heimaliðið, har serliga Dan Mortensen og Hallur Christiansen vóru eyðsýndir, legði fyri í eyðkena stílinum á heimavølli, og teir kundu fyrra umfarið havt fingið fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu longu tá tveir minuttir vóru farnir.

Málskjútti var Hallur Christiansen, og talan var um eitt flott mál. Eftir stingara av miðvøllinum og í vinstru, lá innleggið sera væl, og ungi og evnaríki maðurin drønstútaði í málið aftanfyri Kristin Jensen.

Í 2. hálvleiki var HB meiri við í spælinum, og teir høvdu onkrar møguleikar. Tíggju minuttir undan leikloki skoraði Eyðstein Simonsen. John Heri Dam fór til baklinjuna í vinstru og legði út frá, og har var toppskjúttin púra leysur og skoraði.

Seinna kappingarhálva hevur roynst væl hjá HB, sum bara hevur tapt eina ferð, fýra dystir eru endaðir við javnleiki, og teir hava vunnið fýra ferðir.

TB hevur eins nógv stig og HB, og teir hava betri málmun. Teir eiga ein útsettan dyst á móti Royn, og TB skal tapa nógv fyri at missa triðja plássið, og tað gera teir ikki.