Felags fyri TB og Skála, sum í dag hittast í Trongisvági, er, at liðini ikki hava møguleika at røkka kappingini um europeisku plássini, og at tey ikki fara at kenna vandan av niðurflytingarhóttanini.
Tá ið hesi bæði liðini hittust á Skála í øðrum umfari, vann heimaliðið 2-0. TB hevur vunnið fimm ferðir. Í fýra førum hevur tað verið við Stórá. Einasti sigurin á útivølli var síðsta sunnudag, tá ið TB fór av Eiði við 2-0 sigri.
Skála hevur vunnið sjey ferðir. Bara einaferð hevur talan verið um sigur á útivølli. Tað var dygst undan summarsteðginum, tá ið Skála fór av Eiði við 1-0 sigri.
Hjá TB kemur tað væl við, at tveir av vandamiklu framrættaðu monnunum eru tøkir aftur, eftir at teir orsaka av skaðum ikki vóru við á Eiði. Talan er um Ivan Ivanovic og Ken Fagerberg.
Hjá Skála er Edvin Jakobsen framvegis skaddur. Tað er ivasamt, um Niels Pauli Danielsen verður førur fyri at spæla. Ímóti AB noyddist hann av vøllinum í fyrra hálvleiki, tí hann hevði koykt fótin.