TB er flutt niður

Við brotssparksmáli lítið korter undan leikloki vann 07 Vestur og endar á fimta plássi við 40 stigum

So er tað greitt, um undan dagsins umfari lá í kortunum. TB fer í 2024 at spæla í 1. deild, og tað vil siga, at einki lið úr Suðuroy verður í bestu deildini í 2024.

 

TB stríddist í Trongisvági fyri møguleikanum. Fríska lotið darvaði eitt sindur, men bæði vágamenn og heimamenninir løgdu dent á at varðveita bóltin á jørðini.

 

Tað gekk javnt á, men talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar. TB hevði tó beinanvegin stóran møguleika, tá ið Salmundur Bech royndi seg, men málverjin bjargaði. Og fimm minuttir seinni hevði Janus Svabo Samuelsen fínan møguleika í hinum endanum, uttan at tað eydnaðist at skora  

 

Einasta málið varð skorað, tá ið tað restaði eitt lítið korter. Dómarin bríkslaði fyri brossparki, og Oddur í Haraldsstovu Petersen var tryggur, tá ið hann úr 11 metrum setti bóltin í málið.

 

TB vann fyrsta dystin ímóti 07 Vestur. Tað var í Trongisvági, og úrslitið var 2-1. Í Sørvági vann 07 Vestur 2-0, og so var tað í dag, at 07 Vestur við 1-0 sigri í Trongisvági lyfti seg upp á 40 stig, og TB endaði aftast og flutti niður við 16 stigum.