TB er eitt stig nærri bjargingini

Toftamenn eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku ímóti TB, sum síðstu løtuna var um reppið at fara avstað við sigrinum

B68 roynir seg eftir óbeinleiðis fríspark í TB brotsteiginum. So dømdi dómarin brotsspark til B68, men tá bjargaði TB málverjin

Tað endaði 1-1, tá ið B68 í dag hevði vitjan av TB. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. B68 legði seg á odda, tá ið eitt lítið korter var farið. Málskjútti var Jørgen Nielsen, og tað var miðvallarin Alex Mellemgaard, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Jørgeni í landskappinini í ár. Týskvøldið skoraði hann annað málið, tá ið B68 í fjórðingsfinaluni í kappingini  um løgmanssteypið vann 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið TB javnaði. Olivur Renéson Thomsen átti uppleggið, og Samudeen Musah var málskjútti. Hetta var annað málið hjá honum í ár.

 

B68 hevði fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið vann seg til fleiri góðar málmøguleikar.

 

Eftir steðgin hevði TB lotið undan, men tað var B68, sum vann møguleikan, ið var so stórur, sum tað ber til at ímynda sær. Dómarin dømdi fyri óbeinleiðis frásparki til B68, tí málverjin hjá TB tók bóltin við hondunum eftir afturlegging frá einum av hansara egnu. Bólturin varð trillaður til Alex Mellemgaard, sum smekkaði til, og so bríkslaði dómarin fyri brotssparki til B68.

 

Sebastian Lau Nielsen royndi seg við skotinum úr ellivu metrum, og tað miseydnaðist fullkomuliga. Í besta Panenkastíli royndi hann at lyfta bóltin mitt í málið, men fíni TB málverjin megnaði at venda sær í luftini og lyfta bóltin upp um tvørtræið.

 

Alex Mellemgaard royndi at fáa skipað spæl í lag á B68 vøllinum, men tað eydnaðist illa. Talan var um ov nógv long spørk, og tað royndist ikki væl í fríska lotinum. TB spælararnir vóru ógvuliga raskir. Teir ofraðu seg í nærdystunum, og so dúvaðu teir nógv upp á sendingar til fremstu menninar. Fram ímóti dystarenda vunnu teir seg í heilt góða støðu at skjóta sigursmálið. John Villi Wøldike Leo spældi úr vinstru flatt til Olivur Renéson Thomsen, sum var heilt leysur. B68 málverjin var ikki í málinum, men B68 liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen bjargaði til horna.

 

Javnleikurin ber við sær, at TB hevur seks stig og er eitt stig frá EB/Streymi og áttanda plássinum. B68 hevur 10 stig.

 

Sunnudagin fær B68 vitjan av B36, og tá fer TB at spæla í Gundadali ímóti HB.

 

B68 roynir seg eftir óbeinleiðis fríspark í TB brotsteiginum. So dømdi dómarin brotsspark til B68, men tá bjargaði TB málverjin