TB eltir møguleikanum

TB greiddi sín setning í oddastríðnum, tá tær vunnu tryggan sigur á Fleyr

Kvinnuflogbóltur

Tað er einki at ivast í, at støðan í løtuni er heldur øðrvísi enn ætlað hjá føroyameistarunum úr TB. Undan kappingini varð roknað við, at tær skuldu hava ein aktivan leiklut heilt frammi í oddinum, og tó at tær enn ikki eru heilt afturúrsigldar, so er teirra leiklutur í løtuni partvíst avmarkaður til áskoðaraplássini í oddastríðnum. Her mugu tær nevnliga bíða eftir, hvussu innanhýsis dystirnir millum Mjølnir og ÍF spæla av, fyri síðani at greiða sína skyldu í øllum teimum eftirverandi dystunum. Og enn hava tær so greitt hendan seinasta setningin.
Leygardagin var tað Fleyr, sum var á vitjan á Tvøroyri, og her var ongan tíð nakar ivi. Leikliga gjørdist talan ongan tíð um ta stóru upplivingina, men uttan at tær veruliga spentu seg út, eydnaðist TB at vinna ein sannførandi sigur.
Við hesum halda tær altso framvegis stutt tjóður í oddinum, og nú er so bara at seta vónina á ÍF. Skal TB enda fremst, er nevnliga ivaleyst neyðugt við einum ÍF-sigri á Mjølni í seinna dystinum teirra millum, umframt at TB skal vinna heimadystirnar móti teimum báðum oddaliðunum. Ein møguleiki er sjálvandi eisini, at Fleyr, KÍF ella Dráttur taka stig frá oddinum, men soleiðis sum kappingin er háttað tykist hetta ikki serliga sannlíkt. Heldur ikki hóast Dráttur argaði ÍF í grundspælinum.
Undan hesum hevur TB tó eisini steypafinaluna at hugsa um. Hon verður ímóti ÍF annað vikuskifti, og lítið er at ivast í, at nú møguleikin fyri FM tykist fjarða nakað, fara tvørakvinnur at leggja nógv fyri í royndum at vinna tann dystin.