Elsta felagið í føroyskum fótbólti eigur yngsta hópin í Effo-deildini higartil í 2015. Við einum samlaðum miðalaldri á 22,88 ár er hópurin hjá TB tann yngsti í Effo-deildini teir fyrstu 23 dystirnar í ár.
Elsta hópin eigur ÍF, har miðal aldurin er 26,83 ár.
Tølini eru bert galdandi fyri teir leikarar, ið hava verið á vøllinum fyri sítt felag í verandi kappingarárið.
Merkisvert er eisini, at tey trý botnliðini, EB/Streymur, FC Suðuroy og AB, eru tey trý feløgini, ið hava brúkt flest leikarar í hesum kappingarárinum. Hetta er tó einki óvanligt, tí at størri skifting er ofta á liðum, ið tapa nógvar dystir. Øll trý, EB/Streymur, FC Suðuroy og AB hava nýtt 27 leikarar higartil í hesum kappingarárinum.
NSÍ er tað felagið, ið hevur brúkt fæst leikarar í hesum kappingarárinum. Einans 21 leikarar hava umboða NSÍ í teimum fyrstu 23 umførunum.
Tað er eisini merkisvert at B36 – sum helst kemur at vinna Føroyameistaraheitið - í ár hevur ein munandi lægri miðal aldur, enn teir høvdu farna kappingarár. B36 hevur í ár ein miðal aldur uppá 23,75 ár, meðan teir í fjør høvdu ein miðal aldur uppá 24,04 ár. Í 2011 tá B36 eisini vann FM var miðal aldurin í hópinum 24,09 ár, og kann hesin hópurin tí vera tann yngsti B36 hópurin í nýggjari tíð, sum vinnur eitt FM heitið fyri felagið.
Samlaða talvan fyri nýttar leikarar og fyri miðal aldur sambært www.faroesoccer.com sæst niðanfyri her:
B36: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 23,75 ár
NSÍ: Brúkt 21 leikarar = Miðal aldur 24,29 ár
Víkingur: Brúkt 22 leikarar = Miðal aldur 26,09 ár
HB: Brúkt 23 leikarar = Miðal aldur 25,00 ár
KÍ: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 24,83 ár
ÍF: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 26,83 ár
TB: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 22,88 ár
AB: Brúkt 27 leikarar = Miðal aldur 25,48 ár
FC Suðuroy: Brúkt 27 leikarar = Miðal aldur 24,07 ár
EB/Streymur: Brúkt 27 leikarar = Miðal aldur 22,96










