Klokkan 15 í dag fer bólturin á rull á Eiðinum í Klaksvík, har aldursforsetin av Tvøroyri vitjar KÍ. Tað er kalt og eitt lot í Klaksvík, men taðeru hampulig líkindi at spæla bólt í Klaksvík.
Eingin ivi er um, at trýstið er á heimaliðnum. Í fjør megnaði TB tvær ferðir at fara úr Klaksvík við einum stigi, og um tað eydnast aftur í dag, so fer tað at verða roknað sum meiri enn hálvur sigur.
Í fjør megnaði KÍ í fyrsta umfari javnleik við Margáir. Tað varð roknað sum ógvuliga gott úrslit. Úrtøkan var soltin fyrstu umførini í fjør, tá ið klaksvíkingar ikki vunnu fyrrenn í 6. umfari.
-Ungu spælararnir eru svangir. Í fjør skoraðu vit fleiri mál enn nakar annar. Avbjóðingin er at fáa verjupartin at rigga betri og at fáa fleiri stig í fyrstu umførunum, enn vit fingu í fjør. Um tað eydnast, so hava vit gott mót, sigur KÍ venjarin.
Í báðum legunum verður sagt, at allir spælararnir eru tøkir.
-Útskiftingin hevur verið stór, og vit eru færri, enn vit vóru í fjør. Um vit megna betri úrslit, enn vit gjørdu í fjør, so verða vit nøgdir, sigur nýggi TB venjarin Hans Fróði Hansen.
Klokkan 15.00: KÍ-TB: Rúni Gaardbo