TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Salmund Bech, miðvallara hjá TB á Rás2 aftaná tepra 0-1 ósigurin hjá TB ímóti HB við Stórá í Trongisvági.
Salmundur Bech heldur, at teir í TB høvdu betri uppiborið við øllum trýstinum og málmøguleikunum teir høvdu í dystinum, serliga í seinna hálvleiki.
Salmundur Bech staðfestir tó, at tað er við at gerast ein afturvendandi og dýrur trupuleiki hjá TB, at útteljing ikki fæst fyri teir mongu góðu málmøguleikarnar liðið kemur fram til. Verjuliga heldur Salmundur Bech, at TB stendur seg væl, men arbeiðast má við tí framrættaða, sum má og skal geva meiri útteljing.
Salmundur Bech, sum er fyrrverandi FC Suðuroy spælari stórtrívist í TB, og sigur seg verða væl móttiknan.