TB byrjaði árið væl men tað var slakt móti kappingarenda (FM1)

(FM1) Hoyr formannin í TB, Henrik Thomsen taka samanum júst farna kappingarárið

##med2##

Formaður í TB er gamli bóltsnillingurin og legendan, Henrik Thomsen, ið hugtók fótbóltsfjepparar kring alt landið í sjeyti og í áttatiárunum við sínum góða tekniska spæli.

Henrik Thomsen kann fegnast um, at TB var bjargað í Betrideildini rættiliga tíðliga í kappingini í ár, men seinastu 10 umførini fekk TB bert eitt stig, og tað eru Henrik og hini í TB alt annað enn nøgd við.

Á jaligu síðuni er, at næstbesta liðið hjá TB hevur vunnið seg upp í triðbestu deildina, og Henrik heldur, at gongdin í teimum yngru deildunum er á einari leið.

TB hevur skrivað undir tvey ára venjarasáttmála við Michael L. Winter. Michael er av týskum uppruna og er 39 ára gamal. Hóast týska upprunan, so tosar Michael danskt, og tað heldur Henrik er ein avgjørdur fyrimunur.

Yrkisleiðin hjá Michael byrjaði sum venjari hjá 2. deildarliðnum hjá Randers FC í Danmark, í 2007 og hevur hann vant fleiri lið í Danmark. Seinast var hann venjari hjá danska fótbóltsfelagnum Brønshøj.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Henrik Thomsen í sendingini "Triði Hálvleikur" ígjár. 

 

(Formansrundan: Henrik Thomsen, TB)