TB besta silvurboðið

Flogbóltur: Tvørákvinnur vunnu torføra dystin móti ÍF á Kambsdali, og eru framhaldandi besta boðið upp á ein siluvrvinnara

ÍF-TB 0-2

Fuglfirðingar høvdu nakað at prógva eftir tapið móti Fleyr seinasta vikuskiftið, meðan TB skuldi halda leiðina fram, fyri framhaldandi at vera besta boðið upp á ein silvurvinnara í hesum kappingarárinum.

Tað varð tað seinna sum eydnaðist og tískil er tað TB, sum situr við teimum bestu kortunum nú kappingarárið fer at halla.

Avgera tað sjálvar

Fyri TB er tað at siga, at tað vera tær sjálvar, sum gera av, um tær skulu hava silvur, ella um tær vilja lata okkurt av hinum liðunum at sleppa framum. TB er tvey stig framman fyri Drátt og trý framman fyri Fleyr, men hava leikt ein dyst færri. Tí er teirra støða væl betri enn hon er hjá hinum liðunum og tað er lítið sannlíkt, at tær gloppa dyrnum fyri hinum.

Tað má sigast vera eitt sindur óvæntað, at TB er so ovarlaga í ár, hóast alt.

Tær mistu nógv fólk áðrenn árið byrjaði og tí var ikki væntandi, at tær skuldu fara at ger

Men tað er eingin skomm. Tað er í grundini ein góð styrki at hava, at ein dugur at vinna tá hini liðini ikki eru so góð, og tað er so teirra fyrimunur.

ÍF bíðar til næsta ár
Fuglfjarðakvinnur fara uttan iva at brynja seg við tolið, nú tær enda hetta kappingarárið í niðaru helvt av stigatalvuni.
Heldur ikki tær hava nakað at skammast um, nú árið fer at halla. Tær hava gjørt sítt besta, og tað var bara spell, at tær ikki komu í gongd eitt sindur fyrr.
Tað er bert at vóna, at tær halda upp á tað fólki, sum tær hava í ár, tí so fara tær uttan iva at gera seg meira galdandi næsta ár.