UPPTAKT
Í Gøtu er fótbóltslagið einki serligt. Úrtøkan higartil hevur ikki verið góð. Mikukvøldið eydnaðist tað at fáa eitt stig móti NSÍ, men tað var neyðugt. Nú stendur vitjan á Sevmýri fyri framman. Tað hevur gingið illa hjá GÍ at fáa mál, og tað tykist ikki serliga sannlíkt, at tað skal eydnast at skjóta fleiri mál á Sevmýri, har heimaliðið er vorðið kent fyri krút stinna verju.
Í gjár vóru Jónreid Dalheim og Sámal Joensen framvegis skaddir. Tað varð ikki roknað serliga sannlíkt, at teir fara at verða tøkir mánadagin. Í gjár vóru bæði Súni Olsen og Popczynski sjúkir, men í Gøtu vónaðu teir, at hesir báðir lyklaspælararnir verða við til Suðuroyar.
Á Sevmýri er lagið gott. Tað er smeitur, at Alexander Jovevic ikki er tøkur. Tað høvdu teir roknað við og vónað. Jovevic spældi fyrstu løtuna í Vági, men hann noyddist at gevast, tá ið ein hálvur tími var farin. Men Milan Milanovic sigur seg hava álit á spælarunum, sum hann fer at senda á vøllin mánadagin.
Talan er um tað, sum plagar at verða nevnt seks stigs dyst. Um GÍ tapir, so verður frástøðan fram til tey næstu ógvuliga stór. Um tað harafturímóti verður TB, sum fer at fáa øll stigini, so verður TB støðan rættuliga góð, meðan gøtumenn fara at vera uppaftur nógv verri staddir, enn teir nú eru tað.









