Tað tók Poul Ingason bara nakrar fáar minuttir, at skjóta sítt fyrsta mál fyri HB, tá teir um vikuskiftið spældu venjingardyst móti EB/Streymi. Tíðliga í fyrra hálvleiki sendir Andrew av Fløtum hornaspark innfyri. Hægstur í brotsteiginum er Poul Ingason, sum stútar bóltin í málið.
Framherjin skifti fyri kortum til HB frá barndómsfelagnum TB. Poul hevði sáttmála við TB fyri komandi kappingarár, men ítróttarligu avbjóðingarnar og útbúgving gjørdu, at U21 landsliðsspælarin vildi sleppa til HB og til Havnar at búgva.
Prísurin fyri Poul Ingason er 60.000 krónur. 35.000 krónur, sum TB hevur krav upp á eftir reglugerðini. Restin er ein samráðing millum HB og TB, fyri at keypa Poul Ingason leysan úr sáttmálanum. Afturfyri hevur HB tryggjað sær Poul Ingason fyri tey komandi trý kappingarárini.
TB á arminum
Poul Ingason er uppvaksin í TB og tað er hann heldur ikki bangin fyri at vísa. Á vinstra armi hevur Poul eina tatovering av TB merkinum. Hon er sjónlig, men spurningur er nú um hann angrar tað?
- Nei, tað geri eg ikki. TB verður altíð í hjartanum, sigur Poul, ið fekk sær tatoveringina fyri á leið hálvum øðrum ári síðani.
Onkur fyrrverandi liðfelagi hevur speiksliga spurt Poul, hvat hann nú ger við tatoveringina.
- Eg má kanska líka hugsa meg um, um eg skal spæla við stuttum ermum, heldur Poul skemtiliga fyri og leggur afturat.
- Tvætl, tað verður ikki nakar trupulleiki, sigur Poul.
Reaktiónirnar hava verið eitt sindur ymiskar, nú Poul hevur skift barndómsfelagið út við HB.
- Tað eru tey, sum skilja mína støðu og hava stuðlað mær, men tað eru eisini nøkur, sum eru negativ og ikki skilja mína støðu, sigur Poul Ingason, ið ikki letur kritikkin ávirka seg.
- Tað er so teirra meining, men tað er mín meining, sum telur fyri meg, sigur Poul Ingason.
Málið er fast pláss
Fyri Poul Ingason hava ítróttarligu avbjóðingarnar í HB nógv at siga. Tað er stórur munur á, at spæla í oddinum í bestu deildini í mun til at spæla í 1.deild.
- Eg havi spælt nakrar dystir í 1.deild, men eg vil helst spæla í bestu deildini. Tað eru eisini størri møguleikar at koma á U21 landsliðið, um tú spælir í bestu deildini, sigur Poul Ingason, sum í fjør skoraði sjey mál fyri TB í bestu deildini.
Í HB skal hann venja saman við nøkrum av teimum bestu spælarunum í landinum. Tað merkist eisini.
- Tað er stuttligt at venja. Her eru nógvir góðir spælarir og tað ger eisini, at venjingarnar eru á høgum stigi. Tí læri eg eisini nógv her, sigur Poul Ingason, ið hevur sum mál at vinna sær fast pláss á liðnum.
- Málið er fáa fast pláss á liðnum, men her eru nógvir góðir spælarir. Andrew av Fløtum er ótrúligar góður, men um hann blívur skaddur ella ikki spælir, so má eg verða til reiðar, sigur ungi framherjin víðari.
- Tað er upp til Poul sjálvan
Poul er bara 18 ára gamla og skal helst skúlast, áðrenn hann er til reiðar at spæla fyri HB. Eitt er stigið, ið er hægri í HB, men eisini spælistílurin er øðrvísi. Tvey tey seinnu árini hevur TB verið eitt botnlið í bestu deildini og tað er heldur sjálvsamt, at teir hava dominerað ein dyst yvir longri tíð. Álopini hava í størri mun verið skjót mótálop, meðan HB mangan hevur bóltin nógv og áleyparin skal kunna spæla við rygginum móti málinum.
Nýggi venjarin hjá HB, Heðin Askham, sigur at tað upp til Poul sjálvan hvussu góður hann blívur.
- Hann er ein spennandi framherji, sum skal mennast. Hann kann blíva tann rætti maðurin fyri HB, men tað er upp til hann sjálvan, sigur Heðin Askham.
Svarið er áleið tað sama, tá prátið fellur inn á spæltíð til komandi kappingarnár.
- Tað er aftur upp til hann sjálvan. Hann hevur nógvar menningarmøguleikar, og tað er upp til hann sjálvan hvussu nógv hann spælir í ár, sigur Heðin Askham, sum heilt víst roynir at motivera unga framherjan.
A-landsliðið er stóra málið
Poul Ingason hevur sett sær eitt mál fyri í ár. Tað er at royna at vinna sær fasta spælitíð, men longur frammi í framtíðini kundi Poul Ingason hugsað sær at umboðað føroyska landsliðið.
- Tað hevði verið stuttligt at spælt á A-landsliðnum. Tað er eitt framtíðar mál, og at koma á U21 landsliðið, sigur Poul Ingason, sum nú hevur tikið av avbjóðingini sum framherji í HB.
HB hevur í eina tíð søknast eftir einum málsøknum áleypara at stuðla undir Andrew av Fløtum, sum framvegis er “going strong”. Spurningurin er, um tann maðurin kemur at eita Poul Ingason?
Heðin Askham hevði nokk sagt;
- Tað er upp til hann sjálvan…