Fleyr ? TB 0-3, (17-25, 12 - 25, 9-25)
Flogbóltur, kvinnur
Ein avsmurningur til havnarkvinnurnar. Tað var einki at gera, tá TB leygardagin vant burturúr Fleyr, og settúrslitini tala eisini fyri seg.
TB-liðið, sum í endaspælinum bert hevur leikt ímóti oddaliðunum Mjølni og Drátti, fekk hetta vikuskiftið eitt lættari mótstøðulið. Og tær nýttu møguleikan. Liðið hevur seinastu tiðina fingið meira javnan leik uttan teir stóru psersónligu feilirnar, og hetta gav úrslit ímóti Fleyr.
Vánaliga móttøku
Fleyr-liðið hevði trupulleikar allan dystin við móttøkunum, og einki tykist at hanga saman í spælinum, hóast tær til tíðir royndu sítt besta. Hvørja ferð tikið var ímóti servunum frá TB, mátti Fleyr-hevarin Mariann Øster so at siga runt allan vøllin, fyri at fáa fatur á bóltinum. Og hetta sást eisini á hevingunum, sum tískil ikki gjørdust serliga góðar.
Sum nevnt omanfyri, er TB-liðið vorðið betri og betri í hesum kappingarárinum ? tað tær mangla, er ein persónur sum kann avgera bóltarnar, hvørja ferð tað er neyðugt. So høvdu tær eisini klára seg ímóti Drátti og Mjølni.
Sigurin í Havn upp á 3-0 var fult uppiborin. TB liggur nú á 5-plassi, men tá kappingin endar, kann roknast við, at tær fáa bronsuna, um tær halda áfram við sama spælistíli.










