18 ára gamli Poul Ingason skifti fyri kortum til HB frá barndómsfelagnum TB. Fyri hálvum øðrum ári síðan fekk hann sær ein tatovering av TB merkinum á vinstra arm. Hóast hann hevur skift til HB, so angrar hann ikki tatoveringina.
- Nei, tað geri eg ikki. TB verður altíð í hjartanum, sigur Poul Ingason við Sosialin í dag.
Onkur fyrrverandi liðfelagi hevur speiksliga spurt Poul, hvat hann nú ger við tatoveringina.
- Eg má kanska líka hugsa meg um, um eg skal spæla við stuttum ermum, heldur Poul skemtiliga fyri og leggur afturat.
- Tvætl, tað verður ikki nakar trupulleiki, sigur Poul í samrøðu við Sosialin í dag.
Poul Ingason sigur, at tað serliga eru ítróttarligu avbjóðingarnar og útbúgvingarmøguleikarnir, ið hava gjørt at hann hevur skift til HB.
Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum kann keypast við at trýsta HER.