Týsdagin 13. mai hevði TB – elsta fótbóltsfelagið í landinum – føðingardag. TB varð stovnað 13. mai í 1892, og í dag gav besta liðið felagnum sína føðingardagsgávu. TB í 1. deild var á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og úrslitið var 2-0 sigur til TB. Hetta var tíggjundi landskappingardysturin í ár, og hetta var tíggjundi sigurin. Harvið hevur TB 30 stig og framvegis fulla úrtøku.
TB hevur beina kós ímóti bestu deildini.
Málskjúttar í dag vóru Arthur D. Poulsen í 1. hálvleiki og Óli Johannesen í 2. hálvleiki. NSÍ hevði gyltan møguleika at svara aftur, men TB málverjin Ivan Stojkovic bjargaði brotssparki, tá ið støðan var 2-0.
EB/Streymur hevði tíðliga seinnapartin vitjan av HB, sum enn eina ferð fór av vøllinum uttan úrtøku. EB/Streymur vann 3-1, eftir at Tróndur Jensen tíðliga í 2. hálvleiki legði HB framum. Fimm minuttir seinni javnaði heimaliðið. Dómarin skrivaði HB málverjan fyri at hava gjørt sjálvmál. Eitt stórt korter undan leikloki skoraði Hanus Olsen til 2-1, og í síðstu løtu staðfesti hann sigurin, sum ber við sær, at EB/Streymur hevur 10 stig fyri 10 dystir.
Fyrsta bríkslið í trimum dystum var klokkan 15: KÍ-B36, Víkingur-FC Suðuroy og AB-07Vestur.