Taylor Swift tjenti mest

Amerikanska blaðið, Billboard, hevur givið út ein lista yvir, hvørjar tónleikastjørnur tjentu mest í 2011. Helst eru nógv bilsin av, at tað er Taylor Swift, ið stendur ovast á listanum, framman fyri stjørnur sum Lady Gaga, Bon Jovi og Adele.

 

Tann 22 ára gamla songkvinnan tjenti ikki minni enn 207 milliónir í farna ári. Hetta er væl meira enn tað, ið bólkurin á 2. plássi, U2, megnaði at fáa í inntøku. Og eisini næstan tríggjar ferðir so nógv, sum tað, ið Adele megnaði at fáa í inntøku, hóast fløgan hjá henni, »21«, var nógv tann mest selda fløgani farna ári.

 

Billboard leggur tó dent á, at aftaná, at plátusølan er minkað tey seinastu árini, koma tær flestu inntøkurnar frá ymsum konsertum hjá tónleikarunum. Orsakað av trupulleikum við røddini mátti Adele avlýsa sína rundferð í USA í 2011, sum annars var útseld.

 

Topp 10 listin sær soleiðis út:

1. Taylor Swift – 207 milliónir krónur

2. U2 – 187 milliónir krónur

3. Kenny Chesney – 173 milliónir krónur

4. Lady Gaga – 147 milliónir krónur

5. Lil Wayne – 135 milliónir krónur

6. Sade – 95 milliónir krónur

7. Bon Jovi – 92 milliónir krónur

8. Celine Dion – 83 milliónir

9. Jason Aldean – 78 milliónir krónur

10. Adele – 76 milliónir krónur

 

Tølini siga tó einans frá inntøkunum, sum sangararnir hava tjent í USA, ið er landið við heimsins størsta tónleikamarknaði.

 

Skrivað hevur Neli heldarskarð