Taylor Swift í kærleikans býi

Fløguaktuella Taylor Swift hevur júst gjørt eitt nýtt videolag, og hesaferð sæst unga daman vera í kærleikans býi, París.

 

Amerikanski sangfuglurin kundi fyrr í vikuni senda sína fjóðru fløgu út á fløgumarknaðin. Longu nú bendir alt á, at talan er um eina fløgu, sum fer at selja væl. Red, ið er heitið á fløguni, er farin beinleiðis inn á fyrsta plássið á iTunes bæði í USA, Stórabretlandi og Danmark.

 

Taylor Swift, sum telist millum tær størstu poppstjørnurnar í hesum døgum, hevur júst gjørt eitt videolag til næsta staklagið frá fløguni Red. í videolagnum er vakra sangarindan farin til kærleikans bý, París, har hon roynir at finna prinsin á hvíta hestinum.

 

Niðanfyri sæst nýggja videlagið, har Swift er í París.