Taylor Swift er ársins listafólk

(Eftir Barbaru Gaard og Gunnvá Enni)

 

Hetta hendi, tá American Music Awards fór av bakkastokki í gjárkvøldið.

 

Taylor Swift varð eisini vald sum besta kvinnuliga country sangarinna, og vann heiðurslønina fyri besta countryavrikið við sínari fløgu ”Speak Now”.

- Hetta er nakað av tí villasta eg nakrantíð havi upplivað. Eg veit ikki hvat eg skal siga, segði hon, tá ið Swift helt takkartaluna.

 

Bretska Adele vann eisini tríggjar heiðurslønir. Hon bleiv vald til bestu kvinnuligu sangarinnu í bólkinum pop og rock, og fekk heiðursløn fyri besta album í pop og rock og varð eisini vald til yndis kvinniliga sangarinna fyri nýggjan tónleik til tey vaksnu.

 

Tann kanadiska tannáringsstjørnan Justin Bieber var tilnevndur sum besti mannligi artistur innan fyri pop og rock, men fór við tómum hondum heim.

 

Bieber fekk framført ein sang frá nýggju jólafløgu síni, tá ið heiðurslønirnar vórðu deildar út.