Taxi stórt kvøld á Kambsdali

Nýggi tónleikabólkurin Taxi fer leygarkvøldið at hava sítt fyrsta dansikvøld á »meginlandinum« á Kambsdali

Tómrúmið, sum kom í føroyska rockkorti, nú Moirae legði árarnar inn, sær út til at at vera fylt. Taxi er navnið, og Moirae spøkir ikki sørt framvegis. Kim Hansen og Kaj Johannesen er nevniliga báðir høvuðsmenn í bólkinum. Við sær hava teir Jón McBirnie (ljóðmaður og produsari á báðum Moira-fløgunum) á bass, og Magnus Johannessen á keyboard.

Tónleikurin, bólkurin spælir, er meira popputtur er tungi rockurin hjá Moirae. Bólkurin ber eisini brá av, at Kim Hansen nú er frontmaður. Hann syngur í bólkinum, og tónleikurin verður í stóran mun lagdur til rættis eftir klaverspælinum hjá Kim.

Taxi er ein bólkur við stórum æltanum. Fløga er á skránni, men fyrst skulu løgini skrivast og veljast út. Uttanlandsferð til Danmarkar gerst eisini veruleiki í oktober, har bólkurin fer at spæla í Keypmannahavn.

Kaj Johannesen og Kim Hansen leggja dent á, at teir taka arbeiðið við Taxi í stórum álvara, talan er ikki bara um eitt hugnaorkestur. Tað verður nógv sveitta í venjingarhølunum, skilst.

? Vit gleða okkum at koma út og spæla leygarkvøldið. Kambsdalur plagar at vera eitt frálíkt stað at spæla, sigur Kim Hansen. Stórt ljóðannlegg verður sett upp, og sama verður við ljósi.