Taxi á Kambsdali

2. jólakvøld fara Prix Føroyar vinnararnir Taxi fullmannaðir aftur á pall eftir at hava ligið hálvavegna í dvala síðani í heyst

Kambsdalur verður staðurin, har ungdómurin og dansifróð fólk annars fara at leita sær 2. jólakvøld. Sum skilst so verður tað har, at einasta stóra dansitiltakið í oynni verður.

Og til høvið hava fyrireikararnir fingið Prix Føroyar vinnararnar Taxi at spæla. Haraftrat fer Lena Anderssen at upptraðka sum gestur við nøkrum løgum.

Hetta er eisini fyrstu fer í longri tíð, at Taxi vera fullmannaðir. Jón McBirnie hevur verið uttanlands í arbeiðsørindum síðani í heyst og Magnus Johannessen hevur eisini verið í Danmark og spælt seinasta mánaðin.

Kaj Johannesen og frontmaðurin Kim Hansen hava spælt nakað til smærri tiltøk við skiftandi manning seinastu tíðina.